Á vitjan í Klaksvík: Við KÍ eftir gullinum
Ellivu hevur verið við KÍ eftir gullinum. Bæði hjá kvinnum og monnum. Á vitjanini verður eisini tosað við fólkini rundan um mansliðið, KÍ Akademi og kvinnurnar hjá KÍ. Tað er áhugavert hvussu nógv verður lagt fyri dagin, at røkka so langt sum KÍ hevur – men tað er enn meira áhugavert at hoyra um stóru framtíðarætlanirnar.
Seinastu ferð besta manslandsliðið hjá KÍ bleiv føroyameistari á heimavølli, var í 1999. Tá mátti tú um Leirvíksfjørð við Dúgvuni. Í oysandi regni vann KÍ 4-1 á ÍF. Tað regnaði so illa, at upptøkutólið hjá SvF sløknaði, tá fagnaðurin var í KÍ-høllini.
Tjúgu ár seinni var nógv broytt. Jan B. Andreasen var blivin til Jákup B. Andreasen, tá 20 ára gamli liðskiparin hjá KÍ gjørdi pápa sínum bragdið eftir, við at vinna FM. Hesa ferð í Gundadali í eini sannari FM-finalu móti B36 frammanfyri áleið seks túsund áskoðarum. Leygardagin 16. oktober er spenningurin eitt sindur øðrvísi.

Tað er hetta leygarkvøldið, at FM-stemningurin skal útloysast. Úr Klaksvík ljóðar, at Bláa Bylgja og Klaksvíkin flagga við KÍ-fløggum, nú kvinnurnar fáa FM-steypið og menninir endaliga kunnu tryggja sítt FM-heiti.
Klaksvíkar ítróttarfelag er farið frá at renna aftaná, til at verða ljósið fyri endanum á tunlinum. Við stórum framtíðarætlanum, sum fyri fáum árum síðani vóru óhugsandi fyri føroyskan fótbólt, hevur Klaksvíkin aftur fingið heitið sum fótbóltsbýurin í Føroyum.


Meðan meistaraheitið hjá monnunum í 2019 var ein harrans lætti og ein forloysing, so er hetta ein staðfesting av miðvísa arbeiðinum seinnu árini. Mansliðið í Klaksvík er nú fremst. Ikki bara á stigatalvuni, men eisini tá tað kemur til umstøður og framtíðarætlan.
Hjá kvinnunum hevur KÍ verið eitt undangongufelag síðani aldarskiftið. Tað stendur við, tí kvinnurnar eiga ein stóran lut í KÍ í dag. Tær eru trífaldir føroyameistarar, men tær ætla at leggja afturat til komandi kappingarár. Málið er at kunna geva størri mótstøðu í evropeisku dystunum.
Vit í KÍ sikta høgt og nú skal ungdómsarbeiðið fylgja við.
Eyðstein Poulsen, nevndarlimur í KÍ
Hendan dagin eru kvinnurnar stórfavorittar at vinna á botnliðnum AB/B71. KÍ vinnur í øllum góðum, men sigursrúsurin verður skjótt avloystur av ambitiónum fyri framtíðina. Eisini hjá 40 ára gomlu Rannvá B. Andreasen. Og so hevur KÍ sett á stovn KÍ Akademi, tí framtíðin skal eisini tryggjast. Og tað er her, at ferðin eftir FM-steypunum byrjar.
Tað skapti eitt sindur av røringi í, tá KÍ meldaði út, at felagið nú hevði sett á stovn eitt akademi. Eftir eitt kappingarár byrjar akademiið at taka skap. Í samrøðu í Ellivu fortelja Glenn Ståhl, høvðusungdómsvenjari, og Eyðstein Poulsen, nevndarlimur í KÍ, um hvat KÍ Akademi er fyri nakað, og hví tað bleiv sett á stovn.

– Hetta er ikki nakað “quick fix”. Tað kemur ikki at henda upp á stutta tíð. Tað tekur tíð at venja seg við at venja meir og blíva betri, men eg síggi longu nú mun í venjingunum. Bæði innihaldið og menningin er nógv betri, sigur Glenn Ståhl.
Ein av teimum, sum hevur verið við heilt frá 1. deild fyri tíggju árum síðani, og til gulldansin í ár, er Tummas Lervig. Hann kom í nevnd í 2008 og tók við formanssessinum. Har hevur hann sitið síðani. Tú fær altíð eitt smíl og eitt prát við formannin, sum dugir væl at vera andlitið hjá leiðsluni hjá KÍ. Rundan um borðið sita eisini Hilmar Danielsen, fíggjarstjóri, og Rúni Heinesen, næstformaður. Teir fortelja í greinini um gongdina frá niðurflytingini til FM í 2021.
Fyri at kalla ein spaka fyri ein spaka, so vilja vit verða líka góðir sum Havnin.
Tummas Lervig, formaður hjá KÍ

Tá gullið ikki er nokk
Rannvá B. Andreasen er ein ímynd av søguliga nógv vinnandi kvinnunum hjá KÍ. Hon hevur skorað 691 mál tilsaman fyri KÍ í landskappingini, steypakappingini, stórsteypadysti og í Champions League, og í 56 landsdystum hevur hon skorað 27 mál. Hon hevur verið við øll árini, tá KÍ hevur vunnið FM. Og tað gongur skjótt upp fyri tær, at tað er ikki pláss fyri nøgdsemi hjá einum vinnara.
– Tá tú hevur fingið smakkin fyri at vinna, so vindur tað bara upp á seg. Tá tú hevur vunnið eitt steyp, so mást tú víðari. Nú er tað tað næsta. Steypið í fjør er langt síðani gloymt, sigur Rannvá B. Andreasen greið á málinum.
Tá tú hevur fingið smakkin fyri at vinna, so vindur tað bara upp á seg.
Rannvá B. Andreasen

Øll vita tað, men tey vilja sleppa at uppliva eina FM-veitslu. KÍ er føroyameistari áðrenn dystin móti B36. Tað er bara hasin eini órealistiski møguleikin við, at KÍ tapir allar sínar dystir, og Víkingur vinnur allar sínar – og hálar fleiri enn 50 mál inn á KÍ.
Eftir sigurin á ÍF í Fløtugerði var FM-heitið heima, men tað vildi venjarin, Mikkjal K. Thomassen, ikki hoyra talan um. – Vit eru ikki føroyameistarar enn og tað fyrihalda vit okkum til, segði venjarin hjá KÍ eftir dystin móti ÍF.
Les alla 20 síður longu greinina í ELLIVU #4 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her og fá tað beint í postkassan!
