B68 í Zagreb í 1993 – Hvar eru teir nú?
Ber yvirhøvur til at spæla í Zagreb? B68 vann føroyameistaraheitið í 1992, og árið eftir skuldu menninir hjá Jógvani Norðbúð royna seg í evropeisku meistarakapingini, sum nú kallaðist Champions League. Mótstøðuliðið var Croatia Zagreb úr nýstovnaða kroatiska lýðveldinum á Balkan-hálvoynni, har ræðuligt kríggj herjaði í nítiárunum
Fótfimu kroatarnir vunnu samanlagt 11-0, men í Zagreb treiskaðust toftamenn, og vunnu kroatisk hjørtu. Vit hyggja nærri at teimum, sum umboðaðu B68 í hesum báðum dystunum.
Árið er 1993, og tveir menn sita í einum toki, sum koyrir úr Danmark og suður gjøgnum Týskland. Endastøðin er Nyon í Sveis við Genève-vatnið, har stásiliga høvuðssætið hjá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, liggur.
Fyri framman bíðar lutakastið til evropeisku meistarakappingina, sum árið fyri var pussað upp og nú kallast Champions League

Tað er ikki sørt, at fjálturin hevur hug at vaksa, so hvørt sum týska landslagið glíður framvið gluggunum, og Sveis nærkast. Einki løgið er í tí; fyri framman bíðar lutakastið til evropeisku meistarakappingina, sum árið fyri var pussað upp og nú kallast Champions League. Føroyski meistarin er í pottinum, og stórur spenningur er um, hvat mótstøðuliðið verður.
Teir báðir ivast eisini í, hvussu man fara at hilnast hjá tveimum úr pinkalítlu Føroyum á bonaðu gólvunum í Nyon millum fína fólkið frá alskyns evropeiskum stórfeløgum. Menninir í tokklivanum eru Jógvan Norðbúð og Niclas Davidsen, ávíkavist venjari og formaður í B68 av Toftum.
Les alla greinina í ELLIVU 3 / august 2021 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her, og fá tað borið til dyrnar

GG. Redaktionelt tilfar hjá ELLIVU – tað verið seg myndir, tekstur ella annað – skal IKKI endurnýtast UTTAN avtalu, OG greiða tilvísing!