Eitt stórt smíl allan vegin ígjøgnum

Hevur tú verið dyst hjá KÍ, so eru sannlíkindi fyri, at tú hevur rent teg í Jaspur Jakobsen. Busssjaførurin er formaður í Bláu Bylgjuni, sum er fjepparafelagið hjá KÍ. Hann hevur brúkt dagarnar upp til FM-dystin móti B36 hendan leygardagin, tá Ellivu er á vitjan, til at hanga KÍ-fløgg upp. Hann stendur uttanfyri tað, sum tey nú rópa gamla KÍ-skýlið undan dystinum móti B36. Hann er í KÍ-húgvu og KÍ-troyggju. KÍ hevur altíð staðið honum nær

Greinin er úr ELLIVU #4 / November 2021:

– Eg flutti til Klaksvíkar tá eg var tvey ára gamal, og eri síðani uppvaksin her. Familjan hevur altíð havt stóran áhuga fyri fótbólti. Pápi plagdi at sigla runt við spælarunum til dyst, áðrenn sambandið bleiv betri. Eg fór upp í nevndina hjá KÍ eina ferð síðst í 80-unum. Har sat eg í fótbóltsnevndini saman við góðum fólki. Vit plagdu at skiftast um at vera liðleiðarar og ferðast við liðnum, sigur Jaspur smílandi og minnist aftur á ein túr, tá tað var umráðandi at náa Dúgvuna fyri at koma um Leirvíksfjørð fyri at koma heim.

– Tað hava verið nógvir góðir túrar og tað er nakað, sum altíð hevur fylgt mær. Minniligasti túrurin hjá mær var nokk, tá vit fóru til Miðvágs at spæla steypadyst. Kurt Mørkøre var við og hann skuldi tíðliga upp morgunin eftir, men pína also. Komnir um Gøtueiði fann eg útav, at hjólið var punkterað. Tá var hann argur um, at vit ikki komu aftur til tíðina, tí hann var bakari og skuldi tíðliga upp, fortelur Jaspur Jakobsen brosandi.

At fylgja KÍ er eisini nakað, sum liggur til familjuna.

– Sjálvur flutti eg niður í 1993 og mátti líka sum leggja alt frá mær. Tá kom beiggi mín, Thom Jakobsen, upp í KÍ. Hann hevur verið her síðani. So eg haldi tað hevur ligið í genunum at samlast um KÍ. Tað er eisini so nemt, tí her er bara eitt felag í býnum. Ert tú til fótbólt, so er bara KÍ, sigur Jaspur.

Hann hevur verið fjeppari hjá KÍ øll árini. Tá hann búði niðri tók hann sær eisini frí, tá KÍ kom á venjingarlegu. Hann fær eisini góða hjálp frá starvsfeløgunum at fylgja KÍ í dag. 

Betri Blaðlýsing

– Eg royni at vera við til hvønn dyst. Eg havi eitt nokkso bundisligt arbeiði sum busssjaførur, men tíbetur havi eg góðar starvsfelagar. Makkarin hjá mær vil bara hava frí á ólavsøku, 2. jólakvøld og á Summarfestivalinum. Restina av tíðini kann eg býta um, so eg fái frí til KÍ, sigur formaðurin í Bláu Bylgja smílandi. Hann heldur eisini, at tað er deiligt at vera KÍ-fjeppari, sjálvt um tað hava verið onkrir niðurtúrar.

– Tað er stuttligt at vera fjeppari hjá KÍ. Tað er ótrúliga stuttligt. Eg havi langt síðani gloymt tey minni góðu árini. Tað fyllur heilt fantastiska nógv hjá fólkinum í Klaksvík. Vit vinmenninir samlast einar tvær ferðir um vikuna, fyri at drekka kaffi og tosa um fótbólt. Vit práta eisini um, hvat vit skulu gera til næstu ferð og onkuntíð er ein sangur komin burturúr, sigur Jaspur og leggur afturat:

– Eg kann ikki koma í tankar um eitt arbeiðspláss her norðuri, har prátið ikki fellur inn á fótbólt beinanvegin. Nú kann tað eisini vera, at tey bara vilja tosa við meg um fótbólt, tí tey vita at tað hevur so stóran týdning fyri meg, sigur Jaspur Jakobsen, ið ásannar, at tað ávirkar lagið, um KÍ vinnur ella tapir.

ELLIVU haldari

– Tað er sum dagur og nátt. Tá vit tapa fari eg heim við gron og má brúka nakrar tímar at summa meg. Tíbetur hevur tað ikki verið so oftani í ár, men tað er ein partur av tí, tá tú fylgir einum liði, sigur Jaspur um at tapa. Tá er betri at vinna.

– Rúsurin av at vinna kann vara í eina viku. Tað besta minnið eg kann koma á í seinastuni er, tá vit vinna á B36 í 2019 og vinna FM. Tað var ótrúliga stuttligt at fylla Gundadal og eg fekk hjálp at skjóta eitt sindur av bláum royki og so víðari, minnist hann afturá.

Stuttligir dagar

Tað hevur gingist KÍ væl seinastu árini, har eitt nú Evropa-fótbóltur hevur verið á skránni. Tað hevur givið inntøkur.

– Tað eru nógvir pengar í fótbólti nú og eg haldi, at vit hava verið heppin at hava eitt so gott lið, nú tá pengarnir veksa so nógv. Tað ger tað stuttligari at spæla í Evropa, tí vit kunnu blanda okkum. Vit hava eisini spælt góðar altjóða dystir, sigur Jaspur Jakobsen.

Hetta leygarkvøldið sleppur hann at skjóta alt fýrverkið, tí KÍ vinnur 3-1 á B36 og tryggjar sær FM fyri aðru ferð upp á trý ár.

– Tað er stuttligt at vera KÍ-fjeppari og tað er eitt stórt smíl allan vegin ígjøgnum, sigur Jaspur Jakobsen og fer inn um portrið til Djúpumýrar at rópa á KÍ.

Ein stuttligur túrur við bussinum

– Sum fjeppari hava tað verið fleiri stuttligir túrar. Vit hava ein buss, sum vit plaga at fara við. Vit eru einir tjúgu mans og har eru bara stuttligir túrar. Tað er látur og fótbóltsprát allan vegin. Onkuntíð drekka vit dekan ov nógv sodavatn og mugu steðga á og pissa. Eina ferð fóru vit til Gøtu, men dysturin bleiv avlýstur, so vit máttu finna okkurt annað at fara til. So fóru vit heldur til Eiðis at hyggja eftir EB/Streymi, men tann eini í bussinum hevði sovið, tá vit tóku avgerðina. Hann vaknaði, tá vit koyrdu millum Fjarða og spurdi hvar vit fóru. Tá svaraði onkur, at vit fóru at hyggja eftir Rinkusteinunum. Tá segði hesin, at hann kom ongantíð við aftur. Tað hava vit mangan flent eftir, sigur Jaspur Jakobsen. 

Greinin er úr ELLIVU #4 í samb. við felagsvitjan hjá KÍ – Keyp blaðið her!
ELLIVU #4 / November 2021
Avatar photo

Um høvundin /

Skriva tað tú vilt leita eftir og trýst á Enter