Ferðafrásøgn: Stóra løtan í Parkini
Ellivu var við á ferðini, tá Klæmint A. Olsen skoraði í Parkini. Hetta bleiv ein ferð, sum var merkt av einum burgara, Parkini og Klæminti A. Olsen

Dagur 1 (Mikudagin 10. november 2021)
Fráferðin úr Føroyum var ein av gleði, men samstundis nakað av fjáltri. Gleðin lá í, at hetta var fyrstu ferð, at fjølmiðlarnir og áskoðarar sloppu at fylgja føroyska landsliðnum á útivølli, eftir at koronufarsóttin brast á. Fjálturin lá fjaldur í óttanum fyri, at føroyska liðið fór at blíva yvirkoyrt í Parkini.
Til landsliðsúttøkuna, eina viku undan fráferð, er ongin Gilli Rólantsson og ongin Heini Vatnsdal. Snúningspunkið á miðvøllinum, bóltsnillingurin Brandur Hendriksson Olsen, fekk eitt keðiligt gult kort, sum kostaði leikbann til komandi dyst.
Eftir landsliðsúttøkuna fingu Daniel Johansen og Jóannes Kalsø Danielsen staðfest koronu. Lærkrikin argaði Ára Mohr Jónsson so mikið, at hann eftirfylgjandi gav avboð. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, lat eitt pláss verða opið til Meinhard E. Olsen, ið fekk sínar fyrstu minuttir eftir skaðasteðg í døgunum eftir landsliðsúttøkuna. Heldur ikki hann bleiv klárur. Inn komu Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen, Heri H. Mohr og Patrik Johannesen.
Fyri hvørt avboð vaks óttin fyri eyðmýkingini í Parkini, men tað skuldi vísa seg, at tað var einki at óttast.

Úr Vágum til Kastrup
Flogfarið fór úr Vágum seinnpartin mikudagin – tveir dagar undan dystinum í Parkini. Hetta var sokallaði “formanstúrurin”, tá leiðslurnar í føroysku fótbóltsfeløgunum eru við. Á flogvøllinum var lagið gott og tú kemur í samband við bæði tey stóru feløgini, og tey lítlu feløgini.
Millum mótsetningarnar eru KÍ og FC Suðuroy. Tummas Lervig, formaður í KÍ, er altíð hugaligur at práta við. Í Klaksvík hava tey sett sær stór mál, sum tú eisini kanst lesa um í seinastu útgávu av Ellivu í 2021.
Eftir at hava arbeitt við greinini “Við KÍ eftir gullinum”, so var tað eisini hugvekjandi at enda við at sita við síðuna av Palla Augustinussen í flogfarinum. Hann hevur í nógv ár verið partur av FC Suðuroy. Fyrst sum spælari, síðani hevur hann verið venjari og í dag eigur hann eisini ein son á besta liðnum.
Tað er brúk fyri øllum kreftum í føroyskum fótbólti og tí er týdningarmikið, at lurta tá fólk við so nógvum royndum sum Palli, hava eina meining, ella vísa á ymiskar trupulleikar. Vanliga er tað Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, sum er við á slíkum ferðum, men tað lá ikki fyri. Síðani skuldi varamaður koma fyri hann, men tað endaði við at telefonin ringdi hjá Palla fáar dagar undan fráferð, so FC Suðuroy kundi hava umboð við á ferðini.
Tað er á hesi ferðini, at feløgini tosa saman um ymiskar broytingar og hvat skal gerast í framtíðini. Onguntíð hevur formanstúrurin havt ringt orð á sær, men mín uppliving er at hetta er ein neyðugur liður í at samansjóða føroyskan fótbólt.
Tað er hart at sita í nevnd í einum føroyskum fótbóltsfelagi, og krøvini bara veksa. Tí er tað ein fínur gestus, at leiðslurnar sleppa við til ein landsdyst, har tað bæði er gaman og álvari á ferðini.
The Cheesy Beast
Eftir gott fótbóltsprát og fleiri flúgvaraprát, har fólk koma gangandi forbí, so verður lent í Kastrup í øllum góðum. Í einari veikari løtu verður ein Bassett víngummibommpakki keyptur á flogvøllinum. Uttanfyri flogvøllin verður ferðalagið, ið telur nevndarlimirnar í føroysku fótbóltsfeløgunum og fjølmiðlarnar, koydir við bussi til NH Colletion gistingarhúsið, sum liggur á Strandgade stutt frá Christiansborg.
Fleiri av fjølmiðlafólkunum hava verið á ferð saman fyrr. Í Danmark eru umboð fyri Kringvarpið, Portalin, og Miðlahúsið og FM1. Hetta kvøldið ræður um at finna sær okkurt at eta, og tá er gott við góðum ráðum.
Tey hevði Agnar Prestá, sum arbeiðir fyri heimasíðuna Portal.fo. Saman við Sverra Egholm útmerka teir seg við at gera sjónbandabrot. Teir vóru farnir til Danmarkar undan okkum, men tað var lagamanni at møtast á Grillen Burgerbar, sum lá eitt hanagleiv frá gistingarhúsinum.

Tað bleiv tó meiri enn eitt hanagleiv, tí undirritaði og Símun Christian Olsen frá Kringvarpinum gingu skeivan veg í eitt korter. Tá kósin so var røtt var fyrsta kenda andlitið løgmaður sjálvur. Hann gekk við nógvari ferð og tóktist ikki hava góða tíð. Hann hevur verið mótvindi í eina tíð, so kanska var hugurin at tosa ikki so stórur júst hetta kvøldið.
Á Grillen er ikki nógv fólk og við borðið verður hugt eftir matarkortinum við stórum eygum. Teir báðir frá portalinum hava bíðað ríkiliga leingi og eru eisini svangir.
Tað er eitt sindur ógreitt júst hvør kom við hugskotinum fyrst, men tað er Agnar Prestá, sum peikar niðast á matarkortið og viðmælir “The Cheesy Beast”. Eg kann ikki forklára hvussu dýrt hetta viðmælið bleiv komandi dagarnar, men í svongdini var hetta tað rættað.
Løtu seinni kom ein burgari við eini spann av osti omaná. Tað sama var galdandi fyri kipsini hjá okkum, sum høvdu bílagt kips við osti. Restina av kvøldinum fór við at ganga túr og fáa matin at seta seg.

Dagur 2 (Hósdagur 11. november 2021)
Samrøður á gistingarhúsinum
Ferðalagið við spælarunum fór av landinum longu mánadagin, og hevur hildið til í Malmø í Svøríki. Dagin áðrenn dystin og seinastu venjingina skifta teir til SAS gistingarhúsið á Vesterbrogade, sum Arne Jacobsen hevur teknað.
Koronutiltøkini hjá UEFA og danska Fótbóltssambandinum gera, at FSF velur at gera samrøður á gistingarhúsinum undan venjingini, tí vit slepppa ikki at gera samrøður í Parkini. Ella tað sleppur Kringvarpið, tí teir hava høvðusrættindi – og tað verður tað eisini skemtað við, at vit aðrir gjalda fyri at Kringvarpið skal hava framíhjárættindi.
Vit sleppa at práta við tríggjar spælarar og høvðusvenjaran, Håkan Ericson. Sermerkt við svenska venjaranum er, at hann vil lítið og einki avdúka um liðið. Hann smílist bara og sigur, at tað kann hann ikki siga nakað um.
Ræðslan fyri eyðmýkingini er ikki til at fáa eyga á. Heldur gleða menn seg til uppgávuna. Millum annað Viljormur Davidsen, sum endaði við at sita í sóttarhaldi, tá Danmark var í Føroyum.
Parkin – Ein tjóðarleikvøllur í forfalli
Vit taka ein hýruvogn frá gistingarhúsinum til Parkina. Tað eru 30 ár síðani, at Allan Mørkøre skoraði í Parkini. Ein minnilig løta, sum Hannis Egholm eisini teknaði til blað 4 hjá okkum í Ellivu.

Tað var ein av teimum seinastu dystunum í gomlu Parkini. Hon er síðani endurbygd og blivin heimavøllurin hjá bæði danska landsliðnum og FC Keypmannahavn. Hon tók seg væl út til EM-endaspælið í summar, men sannleikin er ein annar hendan eitt sindur kalda november dagin.
Fjølmiðlarnir komu inn gjøgnum ein smala gongd, har tað er opið og kalt. Inni í arbeiðsrúminum eru tolilig viðurskifti. Á veg til tíðindafundin sigur ein rødd aftanfyri eina masku “hey” á føroyskum. Í skundinum eydnast ikki at fáa við hvør hin er, men tað eru fleiri, ið tosa við hana.
Størsti skelkurin kemur, tá komið verður inn í hølið til tíðindafundin. Tað minti mest um ein lítlan óinnrættaðan kjallara. Tað var illa nokk pláss fyri teimum fáu føroysku miðlunum, sum vóru við á ferðini. Her vinnur Tórsvøllur í stórum stíli.
Håkan Ericson og Hallur Hansson eru føroysku umboðini. Teir byrja við at siga nøkur orð á enskum til høvðuskanalina hjá UEFA. Síðani koma nakrir spurningar, har serliga Hallur Hansson sleppur framat at siga, at vøllurin í Parkini er ikki so vánaligur, sum donsku miðlarnir hava gjørt hann til.
-Eg havi spælt á verri vøllum enn hetta, men tá FCK er størsta felagið í norðurlondum, so er tað nokk í mun til tað, at vøllurin verður mettur at verða vánaligur, sigur Hallur Hansson millum annað á tíðindafundinum.

Eitt korter av venjing
Danskarar eru nú eina ferð danskarar, og tá UEFA hyggur at, so blívur tað dekan og verri. UEFA hevur reglurgerðir fyri hvat miðlarnir kunnu gera í samband við dyst, men onkuntíð má eitt sindur av vit og skil til.
Ein og hvør kann skilja, at tað neyðugt við reglum, tá stóru londini hava venjingar og kanska upp til hundrað journalistar og myndafólk eru til staðar, men tað eru somu reglur galdandi, tá nakrir fáir føroyskir journalistar eru á staðnum. Tað er eitt sindur sum at skjóta spurvar við kanónum.
Tað er gott lag á spælarunum, tá teir koma gangandi inn á vøllin og eftir eitt sindur av upphiting, verður venjingin lukkað. Myndamenninir kappast um at fáa bestu myndina og til tíðir er einasta motivið arbeiðsfólkini í horninum av Parkini. Onkur vil illa upp á mynd og ætlar at leggja veto, tá ein myndamaður “hóttir” við at leggja eina mynd út av sær.
Inni á arbeiðsøkinum verður gitt um uppstilling og annað. Kjakið um myndina av eina journalistinum heldur fram. Alt er í einum stuttligum tóna.

Krimi og upphiting í Føroyingahúsinum
Tað eru nógvir føroyingar í Keypmannahavn hetta kvøldið. Fleiri teirra búgva í Keypmannahavn, meðan onnur hava gjørt sær ørindi í danska høvðusstaðnum. Ein teirra er Eyðun Klakstein. Í fótbóltsheiminum er hann er kendur sum áleypari hjá KÍ, og síðani sum venjari hjá felagum sum KÍ, Skála, Víkingi og B36, har hann vann FM í 2015.
Hann hevur eisini starvast í fleiri ár í Miðlahúsinum og pennurin er góður. Nú er klaksvíkingurin eisini farin at skriva krimi. Hann leggur bólkina fram í Føroyingahúsinum hetta kvøldið. Millum gestirnar til framløguna eru starvsfólkini í Miðlahúsinum, sum eru á starvsfólkaferð.
“List” eitur bókin. Høvðuspersónurin er Jón Amos, ið blandar seg upp í eitt mál um stuldur av kendum málningum.
Bókin er væl skirvað og spennandi at lesa. So spennandi, at tað tók fimm dagar lesa hana. Eyðun Klakstein hevur ikki játtað seg til fleiri bøkur, men tað skuldi undrað meg, um ikki Jón Amos endar í onkrari sak afturat.

Eftir framløguna er upphiting til landsdystin. Sjálvur fái eg eina Jens Martin Knudsen húgvu á høvdið, meðan vit eru beinleiðis í gjøgnum til Dagur og Viku. Tað legst afturat av fólki út á kvøldið, men fyri okkum endar kvøldið tíðliga, tí dagurin í morgin er langur.
Vegurin frá Føroyingahúsinum og á gistingarhúsið gongur gjøgnum kendu gongugøtuna í Keypmannahavn. Har eru fleiri føroyingar at hitta á vegnum heim. Eitt nú hevur bilasølan Wenzel eisini gjørt sær firmaútferð til dystin. Í skemti verður sagt, at tað er ikki løgið, at bilurin ikki kemur av verkstaðnum. Sjálvur havi eg ein Volvo, men kann ikki klaga um arbeiðslagið á verkstaðnum.
Dagur 3 (Fríggjadagur 12. november 2021)
Føroyskur dámur í Keypmannahavn
Fjølmiðlarnir hava aftur nøkur ørindi á gistingarhúsinum hjá spælarunum á dystardegnum. Teir, sum skulu við til Ísraels, skulu kannast fyri koronu. Tað hevur eydnast Fótbóltssambandinum at finna ein loysn, har fjølmiðlarnir ferðast í sama flúgvara sum spælararnir til Ísrael. Har eru strong krøv fyri koronu, og tað eru nógvir upplýsningnar, ið skulu latast áðrenn fráferð.
Meðan bíðað verður eftir kanningunum í lobby’ini á SAS gistingrhúsinum er ein javnur streymur av føroyingum, sum koma inn eftir atgongumerkinum. FSF hevur gjørt av at selja landsliðstroyggjur á staðnum og tað riggar væl. Fleiri keypa og tað er ein rímiliga stórur eftirspurningur.

Klokkan 16 byrjar upphitingin á “Proud Mary’s”, sum liggur stutt frá gistingarhúsinum. Nýggju tiltøk eru sett í verk vegna nýtt koronuútbrot og tí skal koronupass ella negativ test vísast við inngongina. Tað er gott lag inni og føroysku landsliðssangirnir buldra avstað í hoytalarunum.
Nú nærkast og tað merkist eisini í kroppinum. Á gistingarhúsinum verður roknað upp á kuldan og teknikk. Hvat skal eg í og havi eg nú alt tað tekniska við til útvarping.
Brian Laudrup og javnleikur í Serbia
Hýruvongurin koyrir okkum næstan til dyrnar, men á stuttu leiðini frá hýruvogninum til inngongina bæði síggjast og hoyrast føroyskir áskoðarar. Inni í arbeiðsrúminum í Parkini eru nakrir gamlir kenningar.
Eitt nú Flemming Toft og Camilla Martin, sum arbeiða fyri danska TV2. Tey vóru eisini í Føroyum, tá Danmark var á vitjan fyrr í ár. Stutt uttanfyri hevur Kanal 5 sítt útistudio, har gestirnir eru Flemming Povlsen, ið skoraði til 4-1 í Parkini í 1990, fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Lars Jacobsen og ungdómsvinmaðurin hjá Juliani Johnsson, Thomas Gravesen.

Síðstnevndi roynir at spæla Roy Keane við sínum úttalisum, sum skulu ímynda harða kríggjaran, ið ikki ætlar at boyggja seg fyri nøkrum. Flemming Povlsen royndi nakað av tí sama, tá føroyska U21-landsliðið spældi í Danmark í 2018, men síðani er hjartað blotnað nakað.
Hann luttók millum annað í sendingini hjá Suna Merkistein um dystin í Parkini í 1990. Ein annar, sum eisin var við tá, er Brian Laudrup.
Hann er viðmerkjari hjá Kanal 5 hendan dagin, og kemur spákandi inn í arbeiðsrúmið hjá tíðindafólkunum. Tað er okkurt serligt við Laudrup-navninum. Og tað er ikki til at taka feil av. Brian Laudrup er ein stjørna. Hann heilsar pent, men vísur okkum ikki størri ans enn neyðugt.
Fleiri av donsku tíðindafólkunum royna at fáa Kanal 5 á eina skermin, meðan vit fáa U21-landsdystin millum Serbia og Føroyar á skermin nærmast okkum.
Dreingirnir hjá Sámal Eriki Hentze klára at vinna sær ein málleysan javnleik, og tá letur í einum í skemti; “Hvat um FSF bara setti Bagga sum landsliðsvenjara? So høvdu teir kunna spart alt landsliðstoymið vekk”.
Tað er tiltikið, at Sámal Erik vil hava tingini upp á sín máta og tað riggar. Bæði í føroyskum fótbólti og á U21-landsliðnum, spurningurin er so um tað eisini hevði riggað á A-landsliðnum?
Ikki tí, eingin tykist ónøgdur við Håkan Ericson og hansara venjaratoymið. Tað er meira tað, at Sámal Erik Hentze og hansara toymið við millum annað Atla Gregersen og Rúna Klein Joensen hava fingið stig í 7 av 12 dystum í hesi undankappingini.
Ongin eyðmýking
Tað hevur verið sparsomligt við tíðindum um liðuppstillingina, men á dystardegnum byrjar orð at gamga um, at Hørður Askham fær sín stóra elddóp í ein fimm-mansverju. Føroyska liðið verður nú kunngjørt og hetta verður stóri dagurin hjá Hørði Askham.

Tað er langt at ganga frá arbeiðsøkinum til miðlaøkið, sum er mitt fyri í Parkini. Við borðið verður útgerðin gjørd klár. Frammanfyri okkum situr týski journalisturin Steffen Trumpf. Hann er í holt við at skriva eina bók um føroyskan fótbólt. Hann hevur víst Ellivu stóran ans. Við síðuna av situr Agnar Prestá frá Portalinum. Hann hevur játtað at gera viðmerkingar meðan dysturin er. Also Brian Laudrup móti Agnari Prestá!
Alt sær gott út, tá eitt korter er spælt, men lítla løtu seinni gongur galið. Vit eru upp á pláss, men eftir eitt avrættað skot endar bólturin hjá Andreas Skov Olsen, ið sendur returin í málið.
Í hálvleikinum er lagið gott og tað er til at liva við, tá Danmark kemur upp á 2-0. Jóan Símun Edmundsson verður skaddur og einki bendir á, at Føroyar fara at gerast fyrsta liðið, sum skorar móti Kaspari Schmeichel og Danmark í hesi undankappingini.
Klæmint vinnur landsliðshjørtuni
Móti endanum av dystinum fær føroyska liðið takið í løtum. Fyrst er tað ein rimmar innlegg frá Jákupi B. Andreasen, sum endar í pannuni á húsavørinum úr Rituvík. Tíverri fyri okkum, so bjargar Kasper Schmeichel meistaraliga.
Eg rundi málmøguleikan av við at siga, at Kasper Schmeichel hevur lært av pápa sínum, sum fyri 30 árum síðani lat mál inn móti Føroyum, tá Allan Mørkøre javnaði til 1-1. Eg gevi mikrofonina víðari til Agnar Prestá.
Tíbetur er Agnar kringur við mikrofonini og hevur gott fótbóltsskil, tí meðan hann tekur saman um stóra málmøguleikan og hárini á húðini hava reist seg, so er Jákup B. Andreasen endaður í høgru. Hann ger klárt til innlegg og tað hevur Agnar sæð og letur mikrofonina aftur til mín.
“Skal tað verða nú?” Klári eg at siga, áðrenn eitt óstrýriligt brøl tekur yvir, tá bólturin endar í netinum. “Føroyar hava skorað í Parkini – Klæmint Andrasson Olsen!”

Persónliga er talan um ein sterka løtu, tí hon gevur okkum ein møguleika at uppliva somu løtu, sum tey nakað eldru enn vit, sloppu at uppliva í Parkini í 1990.
Tað hoyrist eisini á Agnari, at løtan ger okkurt við okkum. Eina løtu er líka mikið, um tað er Brian Laudrup ella onkur annar, sum stendur aftanfyri okkum. Niðri á vøllinum er ball. Málið verður skotið beint frammanfyri føroysku áskoðarunum og Klæmint A. Olsen tveitur troyggjuna.

Meðan fagnaður næstan ongan enda fær millum áskoðararnar, so gera onkrir spælarar vart við, at tað eru bara fáir minuttir eftir og vit enn kunnu fáa stig í dystinum.
Vit fáa nakrar minuttir av spenningi, áðrenn Joachim Mæhle skorar eitt vakurt mál, sum vit tó eiga at klára at steðga. Danmark fær sín sigur og punktum við málinum til 3-1, vit fáa okkara mál og spenning í dystin móti edanum. Øll tykjast glað – uttan Peter Pil.

Øði á fjølmiðlaøkinum
Eftir dystin er lagið gott. Vit sleppa ikki at tosa við spælararnar fyrr enn á gistingarhúsinum. Tí hava vit ikki skund. Eg hugsi eina løtu, um eg havi ein kjans at fáa eina viðmerking frá Briani Laudrup, men tað gongur skjótt upp fyri mær, at tað verður av ongum.
Tað koma nøkur ung fólk framvið inni á fjølmiðlaøkinum. Tey eru í góðum lag og hava hugnað sær í barrini. Hóast tey geva okkum ein tummil upp og siga eitt hvørt, so er tað tað fyrrverandi stórdribblarin á danska landsliðnum, Chelsea og Rangers, sum er málið. Tey fáa sína mynd við Briani Laudrup, meðan verturin á Kanal 5, Petur Pil, sendir nøkur óð eygu eftir vaktunum.
Talan er um ung fólk og tey skilja ikki heilt hvat bagir Peter Pil. Tá Brian er órógvaður fyri fjórðu ferð tekur Peter Pil oyrabúffarnar av og masjerar yvir til vaktin. Skeldar hann út og sigur, at ongin skal framvið.
Tað ganga akkurát 30 sekund, so er aftur galið, tí vakturin ikki heilt skilti boðskapin. Nú er øðin at fáa eyga á, men Brian Laudrup er róligur og smílist, meðan hann tekur myndir saman við lættari rúsaðu viðhaldsfólkunum.
Tá alt er liðugt fáa vaktarfólkini enn ein umgang frá Peter Pil. Helst var tað eisini væl uppiborið.
Smíl á SAS gistingarhúsinum
Tað gongur skjótt at fáa ein hýruvong til gistingarhúsið, har vit skulu gera samrøður. Klæmint A. Olsen er stóri maðurin, sum allir privatu miðlarnir vilja hava fatur á. Hann er lítillátin og hevði mest av øllum ynskt, at Føroyar fingu eitt stig.
Eftir samrøðurnar verða fleiri av okkum sitandi eina løtu. Tað er sum um, at vit eisini skulu fáa dystin niðurum, har Cheesy Beast fór tveir dagar frammanundan.
Tað er stúgvandi fult á vertshúsunum og tey flestu eru í donskum fótbóltsbúna, ella hava onkra tilvísing til donsku litirnar. Tó er fleiri føroysk fløgg og føroyska troyggjur eisini at síggja á gongugøtuni. Fleiri spyrja eisini hvat vit halda um dystin. Tey flestu eru samd um, at Klæmint A. Olsen er ein kongur.
Dagur 4 (Leygardagur 13. november 2021)
Beint til Ísraels við Atlantic
Dagin eftir er morgunmatur á gistingarhúsinum og nú er fult av fólki. Tað er næstan ikki til at sleppa framat. Á flogvøllinum gongur skjótt at sleppa til fráfaringarhølið og allir hava eina negativa test frá degnum fyrr. Gunnar Vatnhamar fekk leikbann og er ikki við á ferðini.
Tað er deiliga heimligt, at traðka umborð á Atlantic Airways, sum skal flúgva okkum beinleiðis til Tel Aviv. Tað er krav frá UEFA, at landsliðini flúgva fyri seg, men tað skuldu nakað av samráðingum til, áðrenn fjølmiðlafólkini kundi koma í sama flúgvara. Vit sita aftast og órógva ikki spælararnar. Nakrir teirra slappa av, aðrir spæla kort og upp aftur aðrir koma ein túr at siga hey.
Vit lenda seint seinnapartin í Tel Aviv. Vit hava hoyrt søgur um, at tað er ótrúliga torført at sleppa inn og tað kann taka leingi.

So galið verður tað ongantíð, men tað krevur eitt sindur av hegni at sleppa til koronukanning. Fótbóltssambandið heldur fyri, at testingin dagin fyri er grundarlag nokk til at sleppa inn, men hesum eru tey á flogvøllinum ikki samd í.
Tað endar við, at høvðusfysioterapeuturin – Rickard Dahan – sum hevur røtur úr Ísrael, tekur leiklutin sum millummaður. Serliga er tað fyri at fáa eitt góðkent telefonnummar at ringja til, um onkur testar positivt fyri koronu.

Tað gongur skjótt at fáa ein pinn í munin og síðani í nøsuna. Ferðalagið kemur á gistingarhúsið seint á kvøldið. Tað er matur og so í song. Vit búgva á einum flottum summargistingarhúsið.
Dagur 5 (Sunnudagur 14. november 2021)
Ein venjing – ongin samrøða á stadium
Dagurin byrjar við forvitnisligum morgunmati. Síðani fara samráðingar við FSF í gongd, um at fáa samrøður við spælararnar á leikvøllinum til venjingina. Hetta gongur ikki og avtalað verður, at privatu miðlarnir fáa sínar samrøður á gistingarhúsinum eftir venjingina.

Endaligu boðini koma ikki fyrr enn beint undan tíðindafuninum og tað er stutt tíð at umráða seg í. Portalurin er ikki við, so privatu miðlarnir telja untirritaða og óføra Jákup Ósá, ið eigur og rekur bolt.fo.
Venjingin er á lítla leikvøllinum í Netanya, sum húsar upp til 15 túsund áskoðarum. Eitt sjónvarpslið hevur sett alt í verk, fyri at fáa samband við René Shaki Joensen og pápa hansara. Tey vilja eisini sleppa at gera samrøður, men svarið er eisini nei.

Tað er onkuntíð áhugavert at síggja hvussu fólk taka ímóti okkum á ymisku leikvøllunum. Summi eru totalt blottaði fyri persónligheit og kundu tað sama bara verið ein robottur. Vakturin, ið skal lova okkum av leikvøllinum, kundi tað saman verið ein robottur við byrsu í hond.
“First right, then left, right and left” eru boðini. Vit smílast millum okkum og onkustaðni tykist vakturin vita, at vit ikki eru nøkur hóttan og hava hug at flenna.
Vit steðga á flottum innkeypssentri, tí har er eitt flott stórt M á. McDonald’s!
Dagur 6 (Mánadagur 15. november 2021)
Dystardagur Ísrael-Føroyar
Tað er ongin orsøk at leypa úr songini hendan mánadagin. Tað merkist væl, at tað er dystardagur. Tað er altíð eitt sindur meiri spennandi, men tað er leingi til dysturin verður bríkslaður í gongd. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð. Tað er klokkan 21.45 lokala tíð í Ísrael.
Dagurin fer við einum túri í býin. Natanya er ein framkomin býur og Ísrael er eitt framkomið land. Stóri spurningurin upp til dystin er, um Klæmint A. Olsen fær sítt pláss á liðnum, eftir at hann skoraði í Parkini.
Fjølmiðlarnir hava lítið at arbeiða við, men av tí sama verður kanska eisini eitt sindur minni skrivað og sagt. Tað er eitt deiligt klima í Ísrael, men tað blívur skjótt myrkt. Eftir ein nátturðabita á gistingarhúsinum tíðliga á kvøldi gongur leiðin til Netanya leikvøllin.

Komin á plássið á fjølmiðlaøkinum er ongin internetkápil, sum er lykilin til at ljóðið kemur trygt heim til Føroya. Tíbetur eru frásøgumaðurin á ísraelska sjónvarpinum og teknikkarin hjá honum í góðum lag. Eg læri hann at úttala nøvnini á føroysku spælarunum, og afturfyri hjálpa teir til, so at FM1 fær kápil og netsamband.

Ongin Klæmint – Gunnar fær møguleikan
Tá liðið verður kunngjørt er greitt, at Håkan Ericson hevur valt at halda fast í somu spælskipan og somu manning. Gunnar Vatnhamar hevur leikbann og Brandur Hendriksson kemur í hansara stað. Í málinum fær Gunnar Nielsen møguleikan, eftir at Teitur M. Gestsson hevur vunnið plássið frá honum seinastu dystirnar. Helst er hetta fyri at halda Gunnari Nielsen til.
Tað kann undra eitt sindur, at Håkan Ericson fílist á at tað er so tætt millum dystirnar, tá hann samstundis velur ikki at skifta út á manningasíðuni millum útispælararnar.
Tá ein hálvur tími er farin fær Ísrael brotsspark, men tað er ilt at fáa eyga og tað gongur long tíð við VAR, áðrenn dómarin bríkslar fyri brotssparkinum. Tað kenninst, sum verður tað leitað eftir brotssparkinum.
Munas Dabbur skorar, men ikki øll eru fegin. Hann er muslimur og tað passar ikki inn í heimsmyndina hjá øllum áskoðarunum hjá Ísrael. Í seinna hálvleiki økir Shon Weissman til 2-0 og eina løtu ríkur vónin, um ein ordans endabrest fyri føroyska liðið.
Klæmint – enn eina ferð
Klæmint A. Olsen er nú komin á vøllin og Rituvíkingurin, sum ger frísparkið, ið endar við 2-0 málinum, er í holt við at rætta upp á ójavnan. Fyrst leggur hann upp til 2-1 málið hjá Sølva Vatnhamar, eftir gott skot frá Brandi Hendrikssyni.Løtu seinni skorar Klæmint A. Olsen sítt landsliðsmál nummar 10, tá hann drønstútar innleggið frá René Shaki Joensen í málið til 2-2.

Tíverri er gleðin stokkut, tí Ísrael kemur upp á 3-2 bara minuttin seinni. Tað endar við enn einum góðkendum avrikið, men uttan stig.
Á gistingarhúsinum er lagið avslappað. FM1 fær orðið á nakrar av spælarunum og Håkan Ericson. Hann er blíður og hevur skift í eina heldur litfagar skjúrtu. Svenskarin er altíð fryntligur og hesa løtuna merkist væl, at hann er meiri avsappaður enn vanligt, tí kappingin er komin at enda. Tað er ferðin eisini, og Atlantic Airways stendur á flogvøllinum til reiðar at flúgva ferðalagið heim dagin eftir.