Frá fjeppara til formann – og aftur til fjeppara

Tað var ein glaður Jóhannus Martin Olsen, sum 3-2 gjørdi samrøðu við, eftir at B68 óvæntað hevði vunnið á AB í upp- og niðurflytingardystunum

Hann var tá formaður, men hevur eftir fýra ár valt at leggja frá sær, so hann aftur kann verða ein fjeppari – har sum alt byrjaði.

– Eg eri Toftamaður við stórum T. Eg havi altíð verið áhugaður í B68, men tá tað er sagt, so eri eg ikki kendur fyri at vera tann, sum hevur størst áhuga í fótbólti, sigur Jóhannus Martin Olsen, tá hann setur seg við borðið í felagssalinum á Svangaskarði.

Ein glaður Jóhannus Martin Olsen, eftir uppflytingardystin á Tórsvølli Savnsmynd

Hann er eitt sindur seinni á veg enn avtalað, men hann hevur nógv at gera til arbeiðis. Smílið er stórt og tað er kærleikin til felagið eisini. Tveir beiggjar hava verið í nevnd og í toyminum kring besta liðið, meðan pápin hevur lagt nógva orku í at gera Svangaskarð í stand. Eitt stað, sum hevur nógv at siga fyri hann og fólkið á Toftum.

– Tá eg hugsi aftur á oyggjaleikirnar, so minnist eg hvussu fólk úr øðrum londum komu hendan vegin at kappast. Fótbóltsvøllurin hevur sett Toftir á heimskortið og er kosin til flottasta fótbóltsvøll á onkrum heimasíðum, vísir Jóhannus á.

Frá fjeppara til formann

Tað er miðskeiðis í kappingarárinum 2017, at Jóhannus Martin Olsen verður valdur til formann í B68. Tað gongur ikki so væl hjá felagnum, men tað er ikki fótbóltstekniski kunnleikin hjá fjepparanum, sum gera, at hann tekur við. Heldur er tað kærleikin fyri Toftum, Svangaskarði og B68, og ein vón um at koma aftur til gyltu dagarnar.

– Vit settu okkum fyri at fáa Svangaskarð á eitt hægri stig. Aftur til teir góðu dagarnar. Kommunan vildi spæla við. Felagssalurin er umbygdur, køkurin er undir umbygging og øll kømrini eru umvæld. Málið var at skapa eina inntøkukeldu, tí tað eru tað ikki so nógvar av, sigur nú fráfarandi formaðurin, sum næstan bleiv landskendur eftir smílandi samrøðuna í 3-2.

Eg fekk nógvar viðmerkingar og onkur gjørdi eina parodi av samrøðuni. Eg var bara ordiliga glaður. Onkur helt, at eg svaraði ikki upp á ein tann einasta spurning, sum eg bleiv spurdur. Tað var bara positivt, sjálvt tá eg fekk ein avbjóðandi spurning, sum eg ikki minnist hvat var, sigur Jóhannus Martin brosandi.

Jóhannusi Martin Olsen, B68 fjeppari

Frá formanni til fjeppara

Stutt eftir ótrúligu uppflytingina valdi formaðurin tó ikki at taka við afturvali. Eftir eina so góða samrøðu tóktist hann júst sum rætta valið fyri B68.

– Tá hevði eg ikki tikið avgerð um at takka fyri meg, men eg hugsaði, at vit høvdu gjørt Svangaskarð, fingið tað fíggjarliga upp á pláss og flutt upp. Vit høvdu rokkið málunum, sum vit settu okkum, sigur Jóhannus Matin og leggur afturat:

Betri Blaðlýsing

Nú kemur ein nýggj tíð. Vit hava sett venjaratoymið til bæði besta liðið og restina av felagnum, sum er í góðum standi. Tá kom eg til ta niðurstøðu, at eg mátti antin gevast ella seta mær nýggj mál, sigur nú fráfarandi formaðurin.

Jóhannusi Martin Olsen, B68-fjeppari

– Tá tú ert fluttur upp skal nógv fótbóltsligt og strategiskt til at reka eitt felag. Tað er ikki mín lutur. Tað dugir onkur annar betur enn eg, og eg haldi eisini, at formenn skulu skiftast út oftani, so tú ikki brennir út. Tað verður tosað í Fótbóltssambandinum um at fáa nevndir at sita og ikki brenna út, men eg helt tað var gott at gevast, áðrenn eg brendi út, sigur Jóhannus Martin Olsen.

Hann sigur, at tað hevur verið ein góð tíð sum formaður, har hæddarpunktið er, tá tað gerst honum greitt, at toftafólk veruliga stuðla felagnum. Tað er, tá hann sær ein riðil av fólki koma á Tórsvøll at stuðla liðnum í avgerandi dystinum móti argjamonnum. Ringastu løturnar eru, tá onkur má gevast í felagnum.

Vit yvirliva í Betri deildini

Tað verður við Jóhannusi Martin Olsen á áskoðaraplássunum, at B68 komandi kappingarár skal dystast við tey bestu í Føroyum. Hann er ikki í iva um, at B68 hevur tað, sum skal til fyri at yvirliva í Betri deildini.

– Vit yvirliva! Tað er simpulthen tí eg haldi, at stríðsviljin fer at gera, at vit vinna teir dystirnar, sum skulu til fyri at yvirliva. Eg havi góða tiltrúgv til teir ungu spælararnar, og at teir fara at klára tað, sigur B68-fjepparin.

GERST ÁRSHALDARI HER OG FÁ BLØÐINI BEINT Í POSTKASSAN!

ELLIVU haldari

Hann heldur eisini fyri, at fyri fyrstu ferð í nøkur ár er toftabygd spent upp á eitt kappingarár í Betri deildini.

– Tað eru nøkur ár síðani seinast, men eg haldi, at Øssur Hansen og venjaratoymið hava nógvar møguleikar at menna liðið. Tað verður spennandi at síggja, hvussu teir ungu spælararnir fara at mennast í ár, men tað verður øðrvísi sum uppflytari. Tað verður hart og bygdin má standa saman um liðið – eisini um vit tapa, sigur Jóhannus Martin Olsen.

Greinin er úr ELLIVU blað #1 í samb. við felagsvitjan hjá B68 – KEYP BLAÐIÐ HER
ELLIVU #1 Mars 2021
Avatar photo

Um høvundin /

Skriva tað tú vilt leita eftir og trýst á Enter