“Gazza knallar mær ein upp á kjaftin”
HVAR ERU TEIR NÚ? Føroyskur fótbóltur er gulur og bláur mitt í nítiárunum, og í 1997 skal føroyski meistarin frá árinum fyri, GÍ, takast við skotska stórfelagið, Glasgow Rangers, ið hevur spælarar sum Marco Negri, Brian Laudrup og ikki minst Paul “Gazza” Gascoigne á lønarlistanum. Vit hyggja nærri at teimum, sum mannaðu liðið úr Sarpugerði teir báðar dystirnar
Teir Gulu og Bláu, Jarnskorbeiggjarnir, Jens Martin Knudsen, knallharði Janus Rasmussen og ikki minst Jóhan Nielsen á síðulinjuni.
Menninir í Gøtu eru kongarnir í føroyskum fótbólti frá 1993 til 1996, tá GÍ vinnur fýra føroyameistaraheiti á rað. Men alt hevur sína tíð, og tá 1996 verður til 97, hómast tekin í sól og mána um, at kraftdepilin í føroyskum fótbólti ikki longur fer at liggja í Sarpugerði.

Føroyar fáa nú aftur lið í sterkastu kappingina – Champions League – eftir nøkur ár uttanfyri fínasta selskapið, og sum meistari er tað GÍ, sum eigur plássið
UEFA lutakast í Genève
Eru gøtumenn kongar í dunnuhylinum í norðuratlanshavi í miðhálvfemsunum, er Glasgow Rangers tað í enn størri mun í Skotlandi. Síðan kappingarárið 1988/89 hevur stórfelagið vunnið meistaraheitið hvørja ferð, og á sumri í 97 bendir tað mesta á, at menninir hjá Walter Smith fara at knúsa gitna metið hjá arvafíggindanum, Celtic, og taka tíggjunda gullið á rað til Ibrox.
Hópurin er á tremur við stjørnum. Paul Gascoigne er komin úr Lazio nøkur ár frammanundan, og telist millum bestu spælararnar á bretsku oyggjunum. Danski stórspælarin, Brian Laudrup, er eisini “bjargaður” úr Italia og Fiorentina í 1994, og er saman við Gazza ein av høvuðsorsøkunum til, at Rangers dominerar hesi árini. Rangers keypir eisini fleiri spælarar úr Serie A í summarsteðginum. Ein av teimum er Marco Negri úr Perugia, sum hevur skotið 33 mál tvey tey seinastu kappingarárini.


Eg spældi yvir av Paul Gascoigne. Ein heilt eminentur spælari, og tann besti, sum eg hevði spælt ímóti
Sámal Joensen um útidystin á Ibrox ímóti Rangers
– Tað besta av øllum er, tá vit hita upp. Samson Nesá knallar bóltin upp í tríkantin, og 50.000 áskoðarar leypa á føtur og klappa. Hann bukkar fyri teimum og alt, men tá er tað als ikki skotið hjá Samsoni, sum hevur elvt til fagnaðin, men heldur, at Gascoigne er komin á vøllin, flennir Sámal Joensen.
Júst Paul Gascoigne, sum nú er tøkur aftur hjá Walter Smith, er nakað fyri seg. Ikki bert ein guddómligur fótbóltsspælari, men um somu tíð ein rættiligur serskøltur.


Les alla greinina við ummælum av spælarunum frá dystunum millum GÍ og Rangers í ELLIVU #4
– Keyp blaðið her og fá tað beint í postkassan!
ELLIVU kann eisini keypast í handlum kring landið
