Hallur Hansson: Tú skal vera treiskur
Liðskiparin á føroyska landsliðnum fór til Aberdeen sum ungur, har hann lærdi at arbeiða hart. Hann hevur tvær ferðir verið heima og vent í Føroyum, og báðu ferðirnar hevur hann vunnið seg fram aftur til sáttmálar uttanlands

Hallur Hansson er yngsti spælari á føroyska U21-landsliðnum, tá hann fær sítt gjøgnumbrot. Tvey ár seinni eitur mótstøðuliðið Týskland, og ungi havnarmaðurin skal takast við Mesut Özil úr Real Madrid. Hann ræðist ikki stjørnur, men Mesut Özil og Cristiano Ronaldo hava sett síni spor.
Hann vinnur sær fast pláss á miðvøllunum hjá landsliðnum, men tað gongur ikki bara væl. Til heimadystin móti Týsklandi verður hann settur á beinkin. Í tyngstu løtuni á landsliðnum kemur eisini flottasta málið, tá Føroyar stutt seinni spæla 1-1 móti Kasakstan. Størsta lønin kemur í sigrunum á Grikkalandi.

Tað er ein æra at vera liðskipari, men tað fylgir eisini ein ábyrgd við
Hallur Hansson
Stríðsmaðurin er heldur ikki bangin fyri at stríða seg fram í donskum fótbólti, har ein dystur móti Bo Henriksen og AC Horsens kemur at mynda ein stóran av part framtíðini. Vendsyssel verður skift út við AC Horsens, har miðvallarin endar sum liðskipari hjá einum felagi í Superliguni.
Tað er ein æra at vera liðskipari, men tað fylgir eisini ein ábyrgd við. Ein ábyrgd, sum verður ein byrða, tá AC Horsens fær nýggjan venjara. Hallur Hansson leggur dent á, at tú verður valdur til liðskipara fyri tað tú er. Tí skal liðskiparabandið ikki broyta teg.

Hann ræðist ikki stjørnur, men Mesut Özil og Cristiano Ronaldo hava sett síni spor
Hallur Hansson er í dag ein stoltur liðskipari á føroyska landsliðnum. Hann hevur verið treiskur í mótgongd. Tað verður eisini brúk fyri treiskni í framtíðini, nú miðvallarin leitar sær nýggjar leiðir eftir fimm ár í AC Horsens.
Fyrstu uppgávurnar verða á nýggja Tórsvølli. Spurningurin er bara um ein skaði ger, at Hallur Hansson verður liðskipari á Skansanum til hesar dystirnar.
Les alla greinina í ELLIVU 3 / august 2021 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her, og fá tað borið til dyrnar

GG. Redaktionelt tilfar hjá ELLIVU – tað verið seg myndir, tekstur ella annað – skal IKKI endurnýtast UTTAN avtalu, OG greiða tilvísing!