HEIDI SEVDAL: “Fólk halda seg kunna siga hvat sum helst við meg”
Hon hevur spælt flest A-landsdystir fyri Føroyar og er suverenur toppskorari í Betrideildini hjá kvinnum í ár. Baksíðan av mongu medaljunum og heiðrunum sum ársins spælari og áleypari, eru fordómarnir móti henni og hennara verumáta á vøllinum. Vit hava fingið eitt erligt prát við Heidi Sevdal um hennara lív, sinnalag og framtíðardreymar

Heidi Sevdal. Tú ert ein av, um ikki tann, kendasti kvinnuligi fótbóltsspælarin, og fólk kenna teg helst bæði fyri málini, dygdirnar og viðmerkingarnar, sum frá tíð til aðra hava kostað gul kort og karantenur. Er hetta nakað, sum tú følir í gerandisdegnum?
– Ja, eg upplivi í hvussu er ofta, tá eg eri úti millum fólk, at tey halda seg kunna siga hvat sum helst við meg. Óansæð um tað so er jaligt ella neiligt og sum um, at tað ikki rakar ella særir meg. Tað er nokk ein av fylgjunum av at vera ein somikið almennur persónur, sum eg eri, men við hvørt haldi eg tað vera løgið, at fólk kunnu vera so kontant móti einum, sum tey í veruleikanum slett ikki kenna. Tey hava kanska sæð meg í sjónvarpinum ella á vøllinum, men tað merkir jú ikki, at tey kenna meg sum heilan persón. Tað, sum tú sært á vøllinum, er bara ein brotpartur av tí heildini, sum eg eri.

Um eg var eitt mannfólk, so høvdu fólk sikkurt sagt, at “hasin brennir veruliga fyri tí” ella “hann gongur øgiliga høgt upp í tað”
Heidi Sevdal
Men tað er jú ein sannroynd, at tú ert ein gávaður bóltspælari og dugir ivaleysa væl til at bara lata føturnar tosa – følir tú ongantíð, at hetta við sinnalagnum ella tað, at tú tosar nógv á vøllinum, er ein forðing fyri teg?
– Jú, eg havi fingið mangt gult kort fyri onki, tí at fólk ikki hava orkað meg, og eg føli í veruleikanum mangan, at dómarar taka sínar fordómar móti mær við á vøllin og kanska taka tað persónligt, tá eg sigi okkurt við teir. Men soleiðis er tað nú einaferð, tí kenslurnar sita uttaná hjá mær, og við hvørt kókar yvir. Og soleiðis eri eg bara.

Tað ikki ber til at dempa fyri einum parti av mær og samstundis halda lív í restini
Heidi Sevdal
– Eg havi fleiri ferðir fingið boð um at broyta ymiskt og skrúva niður fyri onkrum. Men hvørja ferð eri eg komin fram til, at tað ikki ber til at dempa fyri einum parti av mær og samstundis halda lív í restini. Eg eri 100 prosent og “all-in” á øllum frontum í senn, so um eg skal av við mítt sinnalag, so gerist eg minni ágrýtin, og so ávirkar tað heildina. So fyri meg, mítt lið og mín venjara er tað púra greitt, at um eg skal vera við, so mugu fólk liva við heildini av mær, og soleiðis hevur tað verið, alt eg kann minnast.
– Eg var ein ordiligur “dampungi” sum barn, og eri tað sum so eisini nokkso nógv enn. Eg eri allastaðni í senn, og tað kemur eisini við hvørt fram á vøllinum, haldi eg. Eg kann gott flákra eitt sindur, tí eg havi so nógv, sum eg onkursvegna vil út við.
Les alla greinina í ELLIVU #4 – ið kann keypast í handlum kring landið – ella bílegg her og fá blaðið beint í postkassan!
