Hetta er mín lítli partur til felagsskapin
Tað buldrar Metallica úr hátalarunum, tá spælararnir renna á vøllin at hita upp. Við pultin situr 40 ára gamli Finnur Joen-Jacobsen, sum er røddin á Dungasandi. Hann er varaskúlastjóri á skúlanum á Giljanesi. Hann hevur damu og trý børn, er virkin í kappróðri sum venjari og hevur spælt nógv tónleik.

Síðani hann kann minnast, hevur hann eisini fylgt væl við í fótbóltinum í Sandavági og í Vágunum sum heild. Áhugin hevur altíð verið stórur. Eisini tá feløgini hava itið SÍF, FS Vágar, FS Vágar 2004 og nú 07 Vestur.
– Tað er eitt sindur tilvildarligt, at eg siti her. Eg trúgvi uppá, at um tú skal hava ein sterkan felagsskap, so mugu øll gera sín part. Hetta er so mín lítli partur til felagsskapin. Eg havi eisini tikið myndir og skrivað til heimasíðuna, men eg siti ikki her, tí eg hevði ein dreym um at verða “stadionspeakari”. Eg siti her, tí eg haldi tað er stuttligt, sigur Finnur Joen-Jacobsen.
Hann byrjaði upp á leiklutin, men gavst í eitt tíðarskeið. Tá var saknur í dáminum, sum ein stadionspeakari gevur.
– Spælararnir søgdu, at teir saknaðu tað. Tað gevur eisini ein dám í Sørvági, at tað er tónleikur ein tíma áðrenn dyst, sigur Finnur Joen-Jacobsen.
Hann er smílandi og flennur fleiri ferðir millum setningarnar. Tað er tó ikki altíð stuttligt at hava hansara leiklut, tá tað gongur illa. Og tú kundi sagt, at tað hevur gingið illa næstan annaðhvørt ár.

– Tú skuldi trúð, at tað var frustrerandi við øllum hesum niðurflytingunum, men tað er eisini stuttligt at vera í 1. deild og vinna. Vit hava havt ov lítið grundarlag at byggja á, tá vit altíð detta niðuraftur. Eg veit heldur ikki, um úrslitið er tað týdningarmesta fyri meg. Eg fari eisini til dyst fyri at møta fólki og hava tað hugnaligt, sigur varaskúlastjórin.
Hann hevur sett tveir stórar hátalarar út á altanina á loftinum á 07 Vestur húsinum. Nú er tað lokalur tónleikur, sum kemur frá.
Mugu standa saman
Finnur Joen-Jacobsen er eisini ein av teimum, sum heldur, at øll oyggin skal samstarva um eitt felag.
– Tað irriterar meg, at øll oyggin ikki kann taka undir við samanleggingini og finna útav tí saman. Vit skilja ikki ordiliga, hví øll ikki bara eru við. Vit hava eitt øki í Miðvági, har tað hevði verið fantastiskt at havt ein vøll afturat, sigur Finnur Joen-Jacobsen og leggur afturat:
– Onkuntíð havi eg hugsað, at um tað, sum skal til, er, at vit spæla í Miðvági í bláum og hvítum, so ger tað mær tað sama. Eg havi verið í øðrum samanhangum, har øll oyggin heldur saman. Tað ynski eg eisini fyri fótbóltin. Eg havi spælt í Sørvágsorkestrinum, sum øll her vesturi eru stolt av. Tað er ein partur av mentanini og okkara samleika.
Finnur Joen-Jacobsen, 07 Vestur
Finnur Joen-Jacobsen heldur tað eisini vera harmligt, at fólk við áhuga fyri fótbólti halda seg burtur, tí tað hevur verið klandur.
– Tað hevði verið stuttligt at fingið tey við aftur, sigur hann.
Hann var eisini við á stovnandi fundinum og tók fult undir við samanleggingini, men hann skuldi líka venja seg við nýggja navnið og nýggja búnan.
– Tað fyrsta eg hugsaði var, at tað var ringt at rópa “07 Vestur”. Mær hevur heldur ongantíð dámt svarta litin, men tað er sum við øllum øðrum, tú venur teg við tað.
Finnur Joen-Jacobsen, 07 Vestur
Hann gleðist tí um, at 07 Vestur í dag spælir í hvítum, og hann gleðist um, at tað er framgongd at síggja í felagnum. Eisini tá tað kemur til felagskensluna.
– Mær dámar væl, tá spælarar næstan sveitta blóð, tí teir vilja vinna. Vit hava eisini eina hugburðsbroyting, sum eg haldi, at suðuroyingarnar á liðnum hava verið við til at skapt. Tað mest irriterandi er at síggja spælarar, sum ikki vísa, at teir vilja hetta. Tað er onkuntíð hent við onkrum av spælarunum, sum eru komnir útifrá. Tað broytist, nú fleiri lokalir spælarar eru komnir á liðið, sigur Finnur Joen-Jacobsen, sum heldur fyri, at nú manglar bara áskoðaramentanin – og minnist aftur á gamlar grannauppgerðir.
– Tá SÍF og MB spældu, var lív í áskoðarunum. Eg var eitt sindur villari fyrr og skrálaði við allan dystin. Tað geri eg ikki longur. Tú mást skipa fjepparamentanina og tað byrja vit at síggja til onkrar dystir nú.
Finnur Joen-Jacobsen, 07 Vestur
Fyri seinastu ferð
Tað ber ikki til at koma uttanum, at 07 Vestur er í niðurflytingarstríðnum í ár. Soleiðis hevur tað verið hvørt ár í Betri deildini, men hetta væntar Finnur Joen-Jacobsen er seinastu ferð, at tað verður tilfeldið.
– Vit kunnu flyta niður í ár, og tað fer helst at liggja harum, men tað er ongin vanlukka, tí tað verður seinasta niðurflytingin. Tað sigi eg , tí eg veit hvat er á veg í felagnum. Nú eru eisini fleiri spælarar, sum hava røtur úr felagnum, sigur Finnur Joen-Jacobsen.

Besta minnið hjá honum við 07 Vestur var, tá felagið vann á KÍ fyri tveimum árum síðani. Tíverri liggur ringasta upplivingin í sama ári. Tað var, tá 07 Vestur í seinasta umfarinum í 2018 misti bjargingina úr hondunum.
– Um nøkur ár hava vit aftur landsliðsspælarar í oynni. So er at vóna, at teir spæla í felagnum enn, sigur Finnur Joen-Jacobsen at enda.
Greinin er úr ELLIVU #2 í samb. við felagsvitjan hjá 07 Vestur – Keyp blaðið her!
