Árni Frederiksberg: “Hetta er tað eg havi bíðað eftir”
“Yeeeaaaahhhh!!” Forloysandi brølið hoyrist um alla Gøtuvík. 29 ára gamli Árni Frederiksberg hevur verið millum gávuríkastu spælararnar í føroyskum fótbólti í fleiri ár, men ikki fyrr enn í ár eydnaðist honum at vinna FM. – Men hann vil hava meir. Ellivu hevur hitt Árna Frederiksberg til prát um m.a. at vinna sítt fyrsta FM, velja landsliðið frá og bláu framtíðina í Klaksvík

Hey Árni og vælkomin á forsíðuna hjá Elliv. Nú hevur tú fingið FM-gullheiðursmerkið um hálsin fyri fyrstu ferð. Tú hevur tikið í steypið sum FM-vinnari. Hvussu følist tað?
– Yeeeaaahhhh! Soleiðis følist tað. Eg havi bíðað eftir hesum leingi. Eg mátti hugsa meg væl um, hvat eg ætlaði undan hesum kappingarárinum. Hetta var tað eg fór eftir, og nú er tað her.
Hann spurdi hvat fyri spælari eg eri, tá eg eri óður, og hvør spælari eg eri, tá eg eri róligur. So spurdi hann, hvat fyri spælari eg havi brúk fyri at verða og nær. Tað helt eg var áhugavert
Árni Frederiksberg

Tú ert 29 ár og hevur verið í toppinum í føroyskum fótbólti leingi, men einki FM er komið í hús. Hevur tað givið tær nakað eyka í ár?
– Eg havi onkuntíð hugsað, at um tað ikki verður nú, so verður tað ongantíð. Eg havi eisini arbeitt harðari í ár. Ikki bara á vøllinum, men eisini uttanfyri vøllin, har tú eitt nú skal hugsa um kostætlan, fyri at vera tann besta útgávan av tær sjálvum. Eg haldi tað hevur gingið væl í ár.
Sum fótbóltsspælari veitst tú, at tú ikki altíð kemur at liva av fótbólti. Tú hevur nøkur avmarkaði ár. Tað er arbeiðið við síðuna av, sum skal bera teg. Tað havi eg raðfest framum
Árni Frederiksberg

Nær visti tú fyrstu ferð, at tit kundu vinna FM í ár?
– Tá eg kom inn í skiftirúmið og sá dygdina á spælarunum. Tað er fyrstu ferð, at eg hugsaði, at hetta kann blíva stuttligt. Um eg skal eg nevna eina støðu, so er tað javnleikurin móti HB í Klaksvík. Tað sigi eg bara, tí eg skoraði málið til 2-2, haha! Men í álvara, tað er ikki bara tí. Tað var eitt tíðarskeið, har HB skuldi innheinta okkum, men vit kláraðu at halda frástøðuna niður til teir. Harfrá koyrdi tað bara.
Í 2018 høvdu vit í NSÍ, liðið til at vinna, men tá hevði HB sítt besta ár nakrantíð
Árni Frederiksberg

Er tú nøgdur við árið í ár?
– Ja, eg eri øgiliga nøgdur. Tað er eitt ávíst nøgdsemi og nú skulu vit bara njóta hetta í eina tíð. Vit hava verið á fundi við kropsliga venjaran. Eg haldi vit fáa frí í eina viku, so byrja vit upp á komandi kappingarár, tí vit hava stórar dreymar.
Tú fær altíð nakrar viðmerkingar, men sum fótbóltsspælari lærir tú, at tá tú hevur tikið eina avgerð, so er at koma víðari, tí tú skal til at taka fleiri av teimum
Árni Frederiksberg

Hetta hevur verið eitt serligt kappingarár, hvussu hevur tú upplivað tað?
– Fyrst og fremst positivt. Eg havi ongantíð verið í betri venjing. Mær dámar væl mentanina í felagnum. Tað er hart arbeiði, men ikki bara á vøllinum. Tað er tað eisini til venjing og í styrkirúminum. Tað krevur nógv og hetta er tað árið, sum hevur kravt mest av mær. Eg byrjaði beinanvegin í november at venja. Eg fekk persónligan venjara og vit vandu í styrkirúminum í tveir mánaðir út í eitt. Tað legði eina grund, sum hevur verið betri enn hini árini. Hetta er á einum hægri stigi. Tú verður vigaður og kannaður, og tað verður hugt eftir hvat skal til, fyri at fáa tað besta úr Árna. Tað hevur verið hart og krevandi.
Vit møttu til venjing í 2012 og fleiri av teimum, sum spældu fyri fýra ella fimm árum síðani, stóðu klárir í gaggum, tí fráfallið var so stórt
Árni Frederiksberg

Les alla 14 síður longu samrøðuna við Árna Frederiksberg í ELLIVU #4 / november 2021 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her og fá tað beint í postkassan!
