ÍF kvinnur 1991: Søgan um hina stjørnuna
Tá ÍF í mars mánaða hátíðarhelt 75 ára stovningardagin fyri felagið, varð eitt búmerki sniðgivið og nógv brúkt til høvið. Omanfyri eyðkendu reyðu ÍF stavirnar og talið 75 vóru tvær stjørnur settar at minna á vunnin meistaraheiti. Onnur teirra umboðar nógv umrødda meistaraheitið hjá ÍF monnum í 1979, men hendan søgan snýr seg ikki um tað. Hesaferð varpa vit ístaðin ljós á hina stjørnuna

Fótbóltur hevur verið stóra frítíðarítrivið hjá systrunum á flatlondum, og heimkomnar til Fuglafjarðar leingjast tær eftir at sparka
Fuglafjørður miðskeiðis í 80’unum. Systrarnar Durita og Marjun Djurhuus eru saman við foreldrunum fluttar heim eftir nógv ár í Danmark, har genturnar eru uppvaksnar. Fótbóltur hevur verið stóra frítíðarítrivið hjá systrunum á flatlondum, og heimkomnar til Fuglafjarðar leingjast tær eftir at sparka.
ÍF hevur um hesa tíðina ikki fótbóltsvirksemi fyri kvinnur, men tað heldur ikki Duritu og Marjuni aftur. Tær spyrja seg fyri hjá ÍF leiðsluni, og fáa at vita, at klára tær at savna spælarar til eitt heilt lið, so skal felagið melda lið til kvinnukappingina hjá FSF, sum tá var í føðingini. Saman við tveimum øðrum systrum – Randi Larsen og Gunnvá Dam – fara Durita og Marjun undir at reka, og undirtøkan var beinavegin góð
Les alla greinina í ELLIVU 3 / august 2021 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her, og fá tað borið til dyrnar

GG. Redaktionelt tilfar hjá ELLIVU – tað verið seg myndir, tekstur ella annað – skal IKKI endurnýtast UTTAN avtalu, OG greiða tilvísing!