ÍF SKIFTIR KÓS
Á vitjan í Fuglafirði
Tað var dramatiskt, tá Ellivu var á vitjan hjá ÍF. Uros Stojanov er seldur, Ólavur Larsen takkaði fyri seg og ÍF liggur undir niðurflytingarstrikuni, men aftanfyri tungu skýggini býr eitt felag í framgongd. Kom við á vitjan hjá ÍF, har kvinnurnar støðast, ungdómurin blómar og umstøðurnar eru í topp
Túrurin til Fuglafjarðar er enn tann sami. Tú skal gjøgnum Gøtudal og framvið Kambsdali, áðrenn svingini og undanbrekkan leiða teg til Fuglafjarðar. Tað verður mangan sagt, at her er veðrið altíð gott, men hendan dagin er grátt í veðrinum. Skýggini liggja nakað tungt yvir fjørðin, og tað er ikki heilt uttan orsøk. Felagið hevur í summar mist tveir profilar. Dysturin hendan dagin, sum er móti B68, er avgerandi fyri, um ÍF aftur endar í botnstríðnum.
Dysturin hendan dagin, sum er móti B68, er avgerandi fyri, um ÍF aftur endar í botnstríðnum.
Fuglafjørður er ein samanrenning av mentan og vinnulívinum á kaiini. Allir vegir føra til Rom, og næstan allir vegir í Fuglafirði føra til vøllin í Fløtugerði. Vøllurin liggur mitt í býnum, nakað ovarlaga. Tað er brattlendi, men við góðari hjálp hevur eydnast at lagt ein vøll, sum tekur seg væl út á fjallasíðuni.

Fuglafjørður er ein samanrenning av mentan og vinnulívinum á kaiini. Allir vegir føra til Rom, og næstan allir vegir í Fuglafirði føra til vøllin í Fløtugerði. Vøllurin liggur mitt í býnum, nakað ovarlaga. Tað er brattlendi, men við góðari hjálp hevur eydnast at lagt ein vøll, sum tekur seg væl út á fjallasíðuni.
Í dag er bæði nýtt felagshús og sitipláss til áskoðararnar.
So flott hevur tað ikki altíð verið. Tey eru mong, sum hava staðið framvið hegninum á ovaru síðuni og stuðlað sínum liði. Tað er eisini mangur spælari, sum hevur skift í gamla ÍF-húsinum. Brekkan niðan til húsið er millum tær brattastu í landinum, og hevði tú bil við, vart tú noyddur at hava avbera gott álit á hondbremsuni.
ÍF stendur í mótbrekku – bæði so og so.
Sølan av Uros er eitt tekin
Tað kom dátt við hjá viðhaldsfólkunum í Fuglafirði, tá Uros Stojanov eftir seinasta dystin fyri summarsteðgin í ár bleiv seldur til B36. Áleyparin var ein av høvuðsorsøkunum til, at ÍF kom úr øskuni frá 2019. Tá fekk liðið bara fekk seks stig, men veruleikin í 2021 er beiskur. Sjálvt tá eitt felag við søguni hjá ÍF rakar plett við einum útlendskum spælara, so eru umstøðurnar ikki til at halda fast í honum.
Dreymurin um at sleppa í lovaða landið við UEFA-pengum er sleptur. Uros Stojanov er farin til B36 og Filip Djordjevic er farin til TB. Samstarvið um kvinnuliðið við Víking og B68 er farið í søguna.
Tú kundi verðið fyrigivin fyri at halda, at hetta er byrjanin til endan á fótbóltinum í Fuglafirði.

Soleiðis er tó ikki. Við nýggja felagshúsinum hevur ÍF eitt nýmótans felagshús, sum verður grundarsteinurin undir eini burðardyggari endurbygging av felagnum.
ÍF leggur seg nú í selarnar at menna ungdómsarbeiðið hjá bæði gentum og dreingjum. Felagið hevur egið kvinnulið í næstbestu deildini, og fleiri av teimum ungu fáa nú møguleikan á besta mansliðnum.
ÍF spældi í árunum 2010 til 2013 um gull, men felagið kann ikki kappast millum tey bestu longur. So nógv er broytt í føroyskum fótbólti upp á bara tíggju ár.

ÍF er høvuðsnavnið á Summarfestivalinum
Í 2010 og 2011 fóru at kalla øll í Fuglafirði á Summarfestival. Høvuðsnavnið fyri fuglfirðingar var ikki Westlife ella Bobby Bare, men finalan um Løgmanssteypið. Tey bæði árini eftir bleiv ÍF nummar tvey í landskappingini.
Í 2012, tá EB/Streymur vann FM-heitið, endaði ÍF frammanfyri HB, B36, KÍ, NSÍ og Víking. Í dag er hetta ógjørligt. Ella næstan. Nógv er broytt í føroyska fótbóltslandslagnum. Tey stóru blíva størri við góðari hjálp frá UEFA-pengum, meðan feløg sum ÍF, Skála, EB/Streymur og samanlagda liðið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, hava roynt at bitið frá sær í einstøkum førum.
Í 2019 var tað Skála, sum gjørdi eina roynd við spælarum sum Fróða Benjaminsen í hópinum. Úrslitið var ein sigur í VFF-Kup hjá Venjarafelagnum og eitt sætta pláss. 14 stig aftanfyri Víking á fimta plássi. Árið eftir kom Skála í álvarsligar fíggjarligar trupulleikar og spælir í dag í næstbestu deildini.

Hetta árið fekk ÍF bara seks stig. Bjargingin var, at einki lið flutti upp úr næstbestu deildini. Reglugerðin er í dag broytt, so at í minsta lagi eitt lið flytur niður.
ÍF fekk eitt frípass og byrjaði at brynja seg til eitt nýtt kappingarár í Betri deildini. Nú skuldi farna kappingarár vaskast av, og felagið fekk fatur á Uros Stojanov. Serbiski áleyparin vísti seg at verða ein sannur fongur. Hann bleiv toppskjútti saman við Klæminti A. Olsen úr NSÍ við 17 málum.
Eftir fyrsta triðingin var ÍF frammanfyri grannarnar og arvafíggindan úr Víkingi. Stuttligasta løtan var, tá fuglfirðingar í áttanda umfari vunnu í Sarpugerði. Enn ein søtur sigur. Eins og tann í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið í 2010, tá vann ÍF 3-0 á Víkingi í Sarpugerði. Tey fýra árini kappaðust fuglfirðingar um gull.

Sigurin í fjør er seinasta tekinið um, at tað ber til at minka um gjónna millum topp og botn í Betri deildini. Víkingur endaði 26 stig frammanfyri grannunum, tá 27. umfar varð spælt. Í ár gjørdi ÍF eina roynd afturat, men nú summarsteðgurin er liðugur, hevur felagið repað UEFA-seglini.
ÍF er aftur bara reytt og hvítt. Eitt fótbóltsfelag í Fuglafirði, men nú við umstøðum og eini ætlan. Spurningurin er so, hvussu felagið sær út innanifrá.
Tí hevur Ellivu verið á vitjan í Fuglafirði, har vit fara at tosa við tey, sum hava mest við felagið at gera.
Les alla greinina ELLIVU 3 / august 2021 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her
