Innkrevjari í viðgongd og mótgongd
Hevur tú nakrantíð verið til dyst í Fuglafirði og gingið brøttu brekkuna niðan til ÍF-húsið, so er sannlíkt, at tú hevur møtt Sæbjørn Leiti. Har hevur hann verið innkrevjari fyri ÍF síðani stutt eftir aldarskiftið

Grein úr ELLIVU #3 /August 2021:
Hann er 36 ára gamal og føddur í Fuglafirði, men mátti nøkur ár flyta til Danmarkar við foreldrunum, tá kreppan rakti fyrst í 90-unum. Um aldarskiftið kom hann aftur til Føroyar og Fuglafjørð. Hann fór beint at spæla við unglingunum hjá ÍF.
Stutt seinni bleiv hann á fyrsta sinni biðin um at krevja inn, og har hevur hann staðið síðani. Hann hevur eisini koyrt buss fyri ÍF og síðani 2015 hevur hann verið maðurin at heita á til busskoyring. Bæði fyri spælarar og fjepparar. Hann hevur eisini roynt seg sum ungdómsvenjara og verið í ungdómsnevndini hjá ÍF. Nú ivast hann í, um hann skal taka av sum liðleiðari.
Bara góðar løtur sum innkrevjari
Sæbjørn Leiti er í dag stjóri hjá Lemvigh-Müller. Tað hevur hann verið seinastu tvey árini. Síðani aldarskiftið hevur hann saman við øðrum tikið móti øllum áskoðarunum, sum eru komnir við inngongdina nærmast ÍF-húsinum og nú gomlu inngongdini til vøllin við gamla ÍF-merkinum á. Hann kann bara minnast góðar løtur.
– Tað er onkuntíð misskiljingar, men eg haldi, at øll eru blíð, sum koma til fótbólt. Eg minnist eina ferð, at ein helt fyri, at hann hevði givið mær ein 500-krónuseðil, men hann var triði persónurin, ið kom inn. Tí kundi eg skjótt síggja í taskuni, at har var ongin 500-krónuseðil. Tað vísti seg, at konan hevði 500-krónuseðilin og hann hevði givið mær 50 krónur. Hann var skjótur at biðja um orsaka, sigur Sæbjørn Leiti við einum brosi.
Hann vísir eisini á, at tað kemur fyri, at fólk koma uttan pengar, ella ikki hava nokk av pengum við.
– Tað er ein avbjóðing, at ongin sjálvtøka er í umhvørvinum. Vit senda ikki fólk avstað aftur, tí vit vita, at tey kenna treytirnar í einum fótbóltsfelagi. Vit uppliva eisini, at fleiri rinda við einum 100-krónuseðli og lata seinastu 20-krónuna liggja eftir, sigur Sæbjørn Leiti.
Ein vansi við at vera innkrevjari er, at tú fær ikki alt við í fyrra hálvleiki av dystinum.

– Herfyri spældu vit móti NSÍ. Tá sá eg ikki fyrsta málið í dystinum, men vit eru vanliga tríggir, sum krevja inn. Onkuntíð avtala vit, at ein heldur eyga við dystinum, meðan hinir krevja inn, sigur Sæbjørn við einum smíli.
Hóast heimurin er nógv broyttur, so er tað at vera ein innkrevjari tað sama.
– Tað er ikki nógv broytt. Vit hava eina tasku við atgongumerkjum og vekslipengum, og tá vit eru lidnir avlevera vit hana. Tó er nógv broytt, tí nú skal alt stemmast niður í smálutir, men tað er ikki nakað vit uppliva, sigur Sæbjørn Leiti.
Tað merkist eisini, tá tað gongur væl ella illa hjá besta mansliðnum.
– Vit høvdu eitt tíðarskeið, tá vit spældu við um FM. Tá vóru millum 300 og 400 fuglfirðingar til dyst. Í dag er talið kanska nærri 150, sigur innkrevjarin, ið annars heldur, at áskoðaratalið sum heild er vaksandi.
– Talið av áskoðarum er vaksandi. Føroyskur fótbóltur er eisini blivin nógv betri. Tað er ikki 1. deildarfótbóltur longur, sigur Sæbjørn Leiti.
Hann heldur fyri, at tað serliga eru KÍ, Víkingur og NSÍ, sum koma við nógvum áskoðarum til dyst í Fløtugerði.

Vónbrotin – men skilur nevndina
Hann er sum fjepparar hjá ÍF flest vónbrotin av, at Uros Stojanov er seldur.
– Persónliga haldi eg tað er keðiligt, at tú leingir við Uros í fjør, tá tú longu er fíggjarliga pressaður. Tá eitt hálvt ár er farið, so hevur tú ikki ráð alíkavæl. Vit fáa bara at vita, at vit kunnu ikki vita alt. So má nevndin koma út við onkrum. Um tað ikki eru pengar til tað, so er gott at selja, fáa pengar inn og ikki skula rinda løn. Serliga um tað eru einar 100 til 200 túsund krónur, sum tú ikki skal rinda í løn. Persónliga haldi eg, at tað er eitt gott trekk, at felagið blívur skuldarfrítt, so kann nevndin bjóða fólki í nevnd við reinum borði, sigur Sæbjørn Leiti og leggur afturat:
– Nú hevur felagið saman við kommununi skapt nakar góðar karmar. Eg haldi, at nevndin skal bjóða stóru vinnulívsfólkunum í Fuglafirði til ein fund og leggja øll kortini á borðið. Tað eru nakrir ungir spælarar á veg upp. Tá vit hava eina stammu av spælarum úr Fuglafirði, so kunnu vit um fýra ella fimm ár keypa røttu spælararnar inn, og ikki umvent.
Hann vísir á, at grannarnir úr Gøtu og Leirvík vísa vegin í løtuni. Teir hava tveir eldri spælarar í Atla Gregersen og Sølva Vatnhamar, og so fleiri ungar spælarar á veg.
– Tá vit spældu um gull fyri tíggju árum síðani, høvdu vit Bartal Eliassen og Høgna Zachariassen, men vit kláraðu ongantíð at finna spælarar fyri teir, sigur Sæbjørn Leiti.
Hann vónar, at ÍF megnar at yvirliva, men væntar ikki, at harðasti kappingarneytin verður B68. Teir hava akkurát vunnið sannførandi á ÍF. Heldur nevnir hann 07 Vestur og TB.
At enda lorar Sæbjørn Leiti fyri Ellivu og sigur, at ÍF roynir at fáa hann til liðleiðara. Tað tekur hann støðu til, tá hann er kom heim úr feriu.
Greinin er úr ELLIVU #3 í samb. við felagsvitjan hjá ÍF – Keyp blaðið her!
