Lítli maður á brúnni – Allan fer í land!

Í heyst eru tjúgu ár liðin síðani Allan Simonsen legði frá sær sum oddamaður fyri føroyska fótbóltslandsliðið. Hann stjórnaði okkara fótbóltslandsliði í tilsamans 52 altjóða dystum frá september 1994 til oktober 2001 í tveimum EM-undankappingum og tveimum HM-undankappingum. Hesi átta árini vunnu Føroyar átta dystir og spældu sjey javnar. Stórur framburður sást hetta tíðarskeiðið

Sponsk fjølmiðlafólk kringseta Allan Simonsen Mynd: ©ELLIVU / Savnsmynd

Allan Simonsen er navn, sum ekkóar í fótbóltssøguni. Hann hevur sum einasti norðurlendingur verið kosin ársins fótbóltsspælari í Evropa. Tað var í 1977. Hann var undangongumaður á danska landsliðnum, sum spældi seg í fyrsta endaspælið nakrantíð. Tað var í 1984. Tá sluppu bara átta lið í endaspælið. Danmark vann sterka bólkin í undanakappingini, og í avgerandi dystinum móti Onglandi á Wembley í 1983 skeyt Allan Simonsen sigursmálið við brotssparki.

At hava so navnframan fyrrverandi spælara knýttan sum oddamann at okkara landsliði, gjørdi sítt til, at ansurin fyri Føroyum vaks víða hvar í Evropa. Um tað fekst sjón fyri søgn, tá Føroyar á heysti 1997 spældu móti Spania á útivølli. Hvørki fyrr ella seinni hava fjølmiðlarnir kringsett nakran føroyskan venjara sum ta ferðina. Har høvdu tey ikki gloymt fyrrverandi stórleikaran í FC Barcelona.

Hann visti, at løtan var tann rætta. Hann kundi leggja frá sær við góðari samvitsku

Suni Merkistein um Allan Simonsen
Wenzel Blaðlýsing
Allan Simonsen og Torleif Sigurðsson, FSF forseti Mynd: ©ELLIVU / Savnsmynd

Eftir dystin flokkaðust tíðindamenn og myndamenn í stórum tali um okkara venjara. Allan Simonsen var søgan í Spania tað leygarkvøldið. Í dag kenna ungdómar ikki Allan Simonsen. Onkur ørminnist, at hann var við í sjónvarpsundirhaldsrøðini “Vild med dans” fyri nøkrum árum síðani. So fótfimur, hann var á leikvølli, skuldi tú kanska trúð, at hann dugdi sítt á dansigólvinum, men so var ikki. Hann kom ikki rættiliga á lagið, dómararnir kolldømdu hann, men hyggjararnir vildu treyðir sleppa honum.

Í blaðnum skrivar Suni Merkistein um sínar upplivingar við Allani Simonsen.

Les alla greinina í ELLIVU #4 – Keyp blaðið her og fá tað beint í postkassan!

ELLIVU kann eisini keypast í handlum kring landið
ELLIVU #4

Um høvundin /

Skriva tað tú vilt leita eftir og trýst á Enter