Lívið er als ikki ov stutt til Old Girls fótbólt
Tær eru Old School, takla hart og duga at svara fyri seg. Tær hava fingið átalur fyri, at onkur teirra fekk sær ein guv í einum hálvleiki á Niðara vølli í Gundadali, sum ikki er politiskt korrekt longur. Seinastu seks árini á rað hava Old Girls hjá B36 vunnið FM. Ellivu setti Fridu Mellemgaard og hinum á Old Girls-liðnum hjá B36 stevnu til eitt prát um, hvørt lívið ikki er alt, alt ov stutt til Old Girls-fótbólt.

– Vit spæla ikki fyri at tapa, tað er so heilt vist
Annika á Argjagarði
Hendan heystardagin á Ovara vølli í Gundadali er liðið mannað við kvinnum, sum samanlagt eiga 30 børn og fýra ommubørn. Tann elsta á liðnum er 56 ár, og tann yngsta er 36. Men um nakar heldur, at Old Girls hjá B36 bara eru við í FM fyri at luttaka, so má viðkomandi halda umaftur.
Meðan onkrar av kvinnunum á Old Girls-liðnum hjá B36 hava eina fortíð í bestu kvinnudeildini, eitt nú Súna Mørk, Vivian Larsen, Rannvá av Húsagarði, Maibritt Johannesen og Durita Rouch, so eru eisini aðrar, ið eru byrjaðar rættiliga seint at spæla fótbólt, eitt nú Beinta Danielsen.


Foreldrini hjá mær vildu ikki, at eg skuldi sparka, tá eg var lítið, tí tað var so lítið gentuligt, hildu tey. Nei, nei, ikki fótbólt. Tú oyðileggur beinini, søgdu tey.
Beinta Danielsen
– Eg spældi flogbólt og hondbólt, tá eg var ung, og byrjaði ikki at sparka, fyrr enn eg var 35 ár. Foreldrini hjá mær vildu ikki, at eg skuldi sparka, tá eg var lítið, tí tað var so lítið gentuligt, hildu tey. Nei, nei, ikki fótbólt. Tú oyðileggur beinini, søgdu tey. So eg slapp faktiskt ikki ordiliga, hóast eg tímdi ordiliga væl, greiðir Beinta Danielsen frá.
Umframt at spæla um FM um summarið, og spæla innandura um veturin, so hava Old Girls hjá B36 ferðast til Íslands at spæla eina innandura-kapping á hvørjum ári síðani 2014. Hesir túrar hava gjørt samanhaldið upp aftur tættari. Tað er tað eisini komnar nógvar góðar søgur burturúr.

Vit ætla okkum at royna okkurt nýtt, so vit fara til Mallorca at spæla eina Old Girls-kapping har. So tá verður tað bikini-fótbóltur fyri einaferð skyld
Frida Mellemgaard

Les alla greinina í ELLIVU #4 – Keyp blaðið her á fá tað beint í postkassan!
ELLIVU kann eisini keypast í handlum kring landið
