Metárið hjá KÍ í tølum
KÍ vann FM í 2021 í stórum stíli og setti á fleiri økjum met. Tølini á summum økjum vísa eisini eitt rák, hví KÍ í 2021 var nógv betri enn hini liðini. Landskappingini í Betri Deildini hjá monnum 2021 verður í eftirtíðini sæð sum stóra árið hjá KÍ, sum í veruleikanum nærum bleiv føroyameistari, áðrenn síðsti triðingur fór í gongd og sum tók fleiri met.

Hyggja vit eftir leikaralønum, sum eru upplýstar í roknskapunum, sum FSF á hvørjum ári síðani 2018 hevur kunngjørt, so sást, at KÍ-hópurin er blivin nógv dýrari seinnu árini. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at inntøkurnar hjá KÍ eru nógv vaksnar, sum vit koma inn á seinni. Hyggja vit eftir leikaralønum, og tá er venjarahópurin vanliga ikki íroknaður, so hevur KÍ havt dýrasta hópin í deildini síðani 2019.
Samanbera vit hóparnir í 2021 við 2020, so er neyvan stórur munur á manningarsíðuni, sum broytir lønarbýtið nevnivert. Tó síggja vit, at KÍ í 2021 kom nógv styttri í Evropakappingini enn árini frammanundan og harvið fekk nógv færri inntøkur. Tað kann eisini hava gjørt, at leikaralønirnar eru minkaðar, tí at bonus, sum er vanligt at geva leikarum fyri at koma víðari í Evropakappingum, er minkað.

Meðan KÍ eftir øllum at døma hevur dýrasta hópin, so hevur KÍ eisini nógv tær størstu inntøkurnar frá UEFA síðani 2017. Hetta mest vegna tvey meistaraheiti og at liðið er komið víðari fleiri ferðir árini 2018-2020.
Hyggja vit eftir, hvussu KÍ-hópurin er samansettur síðani uppflytingina í 2010, so er talið av leikarum uttanífrá – tað eru leikarar, ið ikki eru uppaldir í KÍ – vaksið nógv síðstu árini. Hetta hevur helst nógv at siga fyri dygdina í KÍ-hópinum saman við øktu lønarútreiðslunum.

Les alla greinina í ELLIVU #4 – Keyp blaðið her, og fá tað beint í postkassan!
ELLIVU kann eisini keypast í handlum kring landið
