Mínir bestu 11: Allan Mørkøre

Allan Mørkøre hevur valt sínar bestu 11, sum hann hevur spælt saman við í longu yrkisleiðini, ið bjóðaði upp á FM heitir í KÍ, HB og B36, umframt eina uppflyting við AB og eitt útlandsævintýr til Íslands

– Tað hevur verið trupult at sett liðið, tí eg havi havt eina langa yrkisleið. Summi lið mátti eg kanna umaftur. Eg havi eisini spælt leingi á landsliðnum. Her eru nógvir spælarar, sum kundu verið við afturat. Fleiri frá Landskrona-tíðini og eisini spælarar frá tíðini í Íslandi við ÍBV.

– Skuldi eg sett liðið av nýggjum í morgin, so kundi tað verið øðrvísi, sigur Allan Mørkøre um uppgávun at velja sínar bestu 11.

Hetta er ein 4-4-2 í besta Ion Geolgau stíli

Allan Mørkøre – Mínir bestu 11
Landsliðsbúðin / FSF Blaðlýsing

Venjari: Ion Geolgau (HB)

– Hann er tann venjarin, ið hevur havt størst ávirkan á meg. Sum tað fyrsta, so fekk hann meg í form. Hann fann eisini mítt pláss á vøllinum, sum var í høgru síðu. Ion tosaði altíð nógv við og tað fekk meg at føla meg serligan. Hann var jú eitt stórt navn tá, og fekk tað besta úr mær. Eg var ikki altíð so populerur á vøllinum, men hann dugdi væl at fortelja mær, at eg skuldi gera, so hitt liðið merkti, at eg var á vøllinum. At eg skuldi geva teimum mótstøðu. So meira tey róptu eftir mær, betri gjørdi eg tað.

Vit vandu harðari og øðrvísi. Ion Geolgau lærdi okkum at spæla 4-4-2, og brúkti tveir motorar á miðjuni. Tað gav pláss til okkum í síðunum. Vit spældu eisini við høgari bakketu og tað var ikki vanligt tá. Eg kann eisini nevna Jens Hvidemose, sum var venjari hjá KÍ í 1983, 1984 og aftur í 1988. Hann vildi millum annað hava meg við til Herfølge. Hartil kann eg nevna Sigfríð S. Clementsen og Magna Mohr í tíðini í B36. Teir umskúlaðu meg til áleypara og eg bleiv toppskjútti hjá B36.

Allan Mørkøre Mynd: ©ELLIVU / Finnur Justinussen

Heimavøllur

– Eg má næstan siga á Argjum. Eg havi havt fleiri góð ár á Argjum. Eg føli meg ikki beinleiðis heima í Gundadali. Eg havi eisini skift felag nakrar ferðir. Eg føli meg altíð vælkomnan, men tað virkar eitt sindur fremmant. Eg føli meg eisini altíð vælkomnan í Djúpumýru, men á Argjum havi eg verið við, frá tí felagið kom upp í bestu deildina.

Eg havi verið við til at byggja skiftirúm og annað, og eg føli onkursvegna, at eg havi verið ein partur av framgongdini hjá AB. Eg var eisini venjari hjá AB, tá felagið hevði sítt besta kappingarár nakrantíð. Tí velji eg Argir.

Betri Blaðlýsing

Taktikkur

– Um tú hyggur eftir liðnum, so er talan um stórar persónligheitir, nógva orku og áleyparar, ið kunnu skjóta mál. Vit leggja stórt trýst á mótstøðuliðið og brúka kantarnar. Vit spæla upp á Kurt Mørkøre, og Todi Jónsson rennur djúpt. Hetta er eitt lið, sum klárar at leggja trýstið høgt og verjan kemur fram við í trýstið.

Vit kunnu eisini halda fast í bóltinum, tí her eru fleiri góðir bóltspælarar. Hetta er ein 4-4-2 í besta Ion Geolgau stíli. Her er eisini nokk av orku á beinkinum og manglar eitt mál, so kemur Súni Fríði Johannesen inn.

Les alla greinina í ELLIVU #4 Keyp blaðið her og fá tað beint í postkassan!

Ellivu kann eisini keypast í handlum kring landið
ELLIVU #4
Avatar photo

Um høvundin /

Skriva tað tú vilt leita eftir og trýst á Enter