Lea S. Lisberg: Tað er líkamikið, hvat onnur siga
Multitalentið, Lea S. Lisberg, hevur landsliðsstøði í bæði fótbólti og hondbólti, og higartil hevur hon vent deyva oyrað til, tá skiftandi landsliðsvenjarar hava heitt á hana at velja aðra greinina fram um hina

Visti tú ikki betur, so hevði tú kanska gitt Leu Símunardóttir Lisberg at vera munandi eldri enn 19 ár
Hon veit og skilur, at hon helst ikki fer at megna báðar greinarnar á hægsta støði í longdini. Men tað leggur hon lítið í, tí fyri Leu snýr ítróttur seg um at hava tað stuttligt saman við øðrum
Visti tú ikki betur, so hevði tú kanska gitt Leu Símunardóttir Lisberg at vera munandi eldri enn 19 ár. Hon er longu skrásett fyri fimm A-landsdystir, og við felagsliðnum EB/Streymi/Skála hevur hon bæði verið uppi á tindum sum greipuvinnari tvær ferðir, fyri síðan at standa eftir á berum við einum blaðungum og óroyndum liði, sum nú byggir upp av nýggjum.
Les alla greinina í ELLIVU 3 / august 2021 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her, og fá tað borið til dyrnar

GG. Redaktionelt tilfar hjá ELLIVU – tað verið seg myndir, tekstur ella annað – skal IKKI endurnýtast UTTAN avtalu, OG greiða tilvísing!