NSÍ 2007: Gullveitsla á 50 ára føðingardegnum
MINNILIGT MEISTARAHEITI: Fyri 25 árum síðani vann NSÍ 2. deildarsteypið til ognar. Síðani tá hevur felagið verið fast í bestu deildini, og í 2007 hátíðarhelt felagið sín 50 ára føðingardag sum føroyameistari. Og sjálvt um minniliga meistaraheitið er tað higartil einasta hjá felagnum, er NSÍ í dag millum størstu og sterkastu feløg í landinum. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið
Leygardagin 19. oktober í 1996 er avgerandi fótbóltsdystur við Løkin í Runavík. NSÍ spælir ímóti EB/Streymi um at flyta upp í bestu deildina. Áðrenn dystin er NSÍ fremst í kappingini, men bara tvey stig framman fyri EB/Streym, sum kann yvirhála NSÍ við at vinna síðsta dystin í Runavík. Vinnarin flytir beinleiðis upp. Nummar tvey skal spæla um upp- og niðurflyting móti næstniðasta liðnum um eitt pláss í bestu deildini.
Í bestu deildini hevur NSÍ verið ofta fyrr. Fyrstu ferð er í 1976, men steðgurin er stuttur, tí teir tapa allar 12 dystirnar og fara niður aftur í 2. deild. Onnur royndin í 1979 hilnast eitt lítið sindur betur. Teir tapa 10 dystir og spæla fýra javnar, men tey fýra stigini eru ikki nóg mikið til at sleppa undan niðurflytingini.

Mínir viðspælarar látast eisini sum einki, tá ið vit hava tapt. Sjabbið um, at tað er stuttligt bara at vera við, festir røtur. Avrikini eru ongantíð heilhugað
Jens Martin Knudsen um NSÍ í 1980-unum í bókini “Maðurin við topphúgvuni” frá 2012
NSÍ er ikki aftur at síggja í bestu deildini fyrr enn í 1984, og hesaferð eydnast at halda sær uppi. Árið eftir gongur eitt vet betri, og NSÍ endar nummar seks, og bæði í 1986 og 1987 endar NSÍ á fjórða plássi. Liðið er gott hesi árini og vinnur eisini steypakappingina í 1986, men í 1988 gongur galið. Í einum heilt óvanliga tøttum botnstríði stendur NSÍ eftir við Svartaperi og endar á 10. og aftasta plássi við 14 stigum – bert tvey stig færri enn VB heilt uppi á 6. plássi.
Meðan B71 í 1989 gongur sína sigursgongd í bestu deildini, er vónbrotið stórt á Skálafjørðinum, tí NSÍ megnar ikki at flyta upp aftur beinanvegin. Tað gera teir í 1990, men øll 90-árini livir NSÍ eina umleypandi tilveru við fleiri upp- og niðurflytingum. Skjótt fær NSÍ orð á seg sum eitt felag við góðum úrslitum í yngru deildunum, men sum ikki megnar at gera seg veruliga galdandi millum teir vaksnu, hóast spælaratilfarið til tíðir er bæði nógv og gott. Og ofta missir NSÍ spælarar til onnur feløg, har teir standa seg væl. Niclas Johannesen, Súni Fríði Johannesen og Djóni Nolsøe Joensen eru trý dømi um NSÍ-arar, sum gerast føroyameistarar við øðrum feløgum í 1990-unum. Eitt fjórða dømi er Jens Martin Knudsen.

Seinasta strekkið
– Jóhan Nielsen kemur inn við ein-um heilt øðrum hugburði. Hann var øgiliga avgjørdur um, hvussu skift-ingar-rúmið skuldi síggja út. Hann kom inn við Nenad Stankovic, Jónhard Frederiksberg, Hjalgrím Elttør, Anderson… og teir yngru fingu eis-ini ein størri leiklut, sigur Jens Martin Knudsen.
– Har kom eitt lyft í 2002, tá vit vunnu steypakappingina, men tað var kanska eitt sindur áðrenn væntað, og vit mistu so líkasum luftina í 2005 og 2006, og tá kendi eg øgiliga týðiliga á mær, at her skal okkurt meira til, sigur Óli Hansen og heldur fram: – Tað síggja vit so í 2007 við tí leist-inum, sum tá varð valdur. Alt var heil-hjartað frá tá kappingarárið byrjaði til tað var liðugt. Nú var einki sum æt summarferia longur, og vit fóru eis-ini at venja oftari.
Tað var nokk meiningin, eg skuldi spæla bakkur í 2007, og Pól Thorsteinsson og Óli skuldu vera í miðverjuni, men Pól bleiv so skaddur, og eg fór í miðverjuna. Har bleiv eg verandi, og Pól kom so inn á høgra bakk, tá hann kom aftur
Jóhan Troest Davidsen, spælir bert 19 ára gamal, allar dystirnar hjá NSÍ í miðverjuni í 2007
Eingin vil siga tað hart, men tey sum hyggja væl eftir, síggja, at NSÍ leggur nógv fyri til 2007. Nú verður farið eftir tí heilt stóra, og tað byrjar longu áðrenn ársskiftið, tá fysiski venjarin Kristian Ludvík Dam verður knýttur at hópinum.
– Tað var nakað nýtt, og tað var meir enn vanligt. Vit høvdu havt nakrar fysioterapeutar áðrenn, sum høvdu gjørt eitt gott arbeiði – her eigur serliga Marjun Thomasen at verða nevnd – og sum høvdu lagt eitt øgiliga gott fundament, og nú kom so hetta her afturat. Tað var nakað nýtt, at styrkivenjingin bleiv raðfest so høgt teir myrku vetrarmánaðirnar, sigur Óli Hansen.

Hug at fara á flog
Í fjølmiðlunum eru teir í NSÍ øgiliga jarðbundnir og har verður ikki tosað um nakað meistaraheiti. Tað høvdu spælararnir avtalað sínámillum, og tann avtalan helt. Sum liðskipari sigur Óli Hansen ongantíð meira enn, at NSÍ tekur ein dyst ísenn, og skjótt verða orðini víðagitin um alt landið. Men aftan á greiða sigurin í Gøtu stendur á at halda beinini á jørðini. Óli Hansen minnist væl kensluna tá.
– Og so manglaði bara hesin eini sigurin, og tá byrjaði eg at blíva nervøsur! Tí eg kendi tað, sum um ov nógvir leikarar nú fóru at taka ov lætt upp á tað og hugsa, at hetta ER komið í hús. Onkur byrjaði at tosa um, at vit skuldu hava eina stóra vespu við, onkur tosaði um gullslips – nei, gakk avstað við tykkum! Tað skal ONGIN vespa, ONKI slips, onki nakað koma her, nú fara vit inn á vøllin at spæla dystin! Soleiðis minnist eg tað, sigur gamli liðskiparin, sum royndi at halda fokus bæði fyri seg sjálvan og liðfelagarnar.
Aftara krossbandið reyk, men tað mátti eg tiga um, tí tað mátti ikki koma út. Tað skuldi so lítið til fyri at fáa hetta góða umhvørvið at krakelera
Jens Martin Knudsen um ‘goymda’ skaðan í 2007
Jens Martin Knudsen leggur afturat: – Eg haldi ikki, at trýstið um at siga nakað alment nakrantíð var størri enn beint tá. Men tað hjálpti so øgiliga væl at hava Jóhan Nielsen sum venjara, tí hann var ísakaldur. Hetta var bara ein annar dagur í hansara fótbóltskarrieru. Og so hevði hann ein upp aftur róligari mann afturat sær í Paula Poulsen. Har var bara “no fuzz” yvirhøvur.
Seinasti dysturin í Klaksvík er veitsludystur við lít. Allur viðhaldsskarin við Guliganz á odda er komin í Djúpumýru at fagna føroyameistarunum, sum enda kappingarárið við at spæla 2-2 móti KÍ. Móti endanum verður Jens Martin Knudsen skiftur út, og tað skilst á øllum brøgdum, at nú hevur gamli málmaðurin gjørt sína skyldu – hann kann leggja handskarnar frá sær við góðari samvitsku.
Les alla 18 síður longu greinina um minniliga meistaraheiti hjá NSÍ í ELLIVU #4 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her, og fá blaðið beint í postkassan!
