Tá Addi bjargaði GÍ: “Tey minna meg enn á málið”

Á sínum 29 ára føðingardegi gjørdi Poul Andrias Jacobsen seg til reiðar at koma inn at spæla sín fyrsta dyst fyri besta GÍ-liðið hetta árið

Støðan hjá GÍ kundi ikki kallast annað enn desperat. Klokkan var farin um teir 90 minuttirnar, og Skála hevði júst skorað til 2-1. Í Fuglafirði var dysturin millum ÍF og TB liðugur, og hann var endaður 0-0. Tí hevði GÍ nú beina kós niður í næstbestu deildina.

Við 10-talinum á rygginum kvikaði Poul Andrias Jacobsen – ella Addi, sum tey flestu og eisini hann sjálvur plagar at siga – sær inn á vøllin, so Dagfinn Forná kundi seta dystin í gongd aftur. Nú taldi hvørt sekund. Í eini støðu sum hesari vóru taktiskar ætlanir og avtalar settar úr spæli. Nú ráddi bara um at fáa bóltin fram og so vóna, at tað fór at bera til at fáa hann í málið. Tí mál skuldi GÍ hava, um teir ikki skuldu flyta niður, og tað skuldi ganga skjótt.

– Vit skuldu brúka eitt mál, men sum eg minnist tað kom eg ikki inn í álopið, men inn á bakkin, sigur Addi Jacobsen um løtuna, tá venjarin Petur Mohr setti hann á vøllin í yvirtíðina av síðsta dystinum á Skála í 2005.

ELLIVU #5 / Februar 2022

– Sum eg minnist tað, bleiv bólturin givin upp, og so runnu allir bara fram. Har var einki annað at gera. Bólturin bleiv spældur eitt sindur aftureftir og so kom ein long sending fram til mín, har eg var runnin framvið. Eg hevði pláss og plaseraði hann so við vinstra fóti út í hornið til 2-2

Addi greiðir frá um málið, sum bjargaði GÍ undan niðurflytingini í 2005

Og samstundis bleiv tað seinastu og harvið einastu ferð, hann nart bóltin í kappingini, tí tá gøtumenn loksins vóru lidnir at fegnast um útjavnandi málið, var so nógv tíð farin, at dómarin blásti av so skjótt sum Skála setti dystin í gongd aftur.

Eitt mál, sum hann skoraði, fyrstu ferð hann nart bóltin ikki bara í tí dystinum, men í allari kappingini.

– Tað var ein ótrúlig kensla, tí tað hevði jú so nógv at siga fyri okkum øll. Og tað hevur eisini staðið nógv á í Fuglafirði. Dysturin hjá teimum var liðugur, og aftaná fingu vit at vita, at TB-ararnir høvdu jublað, tá Skála skoraði til 2-1, og so javnaðu vit aftur beint aftaná. So eisini hjá teimum hava nógvar kenslur verið uppií, sigur Addi Jacobsen.

ELLIVU #5 / Februar 2022
Les alla greinina í ELLIVU #5 – um minniliga kappingarárið 2005, tá Addi bjargaði GÍ

Keyp blaðið í handlum kring landið ella bílegg her – og fá tað beint í postkassan!

ELLIVU #5 / Februar 2022

Um høvundin /

Skriva tað tú vilt leita eftir og trýst á Enter