Tórsvøllur: Frá faldara til altjóða leikvøll
Tá A-landsliðið við monnum í næstum skal spæla móti Ísrael, Danmark og Moldova, verður tað fyrstu ferð, at nýggja vestursíðan á Tórsvølli sleppur at royna seg við áskoðarum. Tað er nógv vatn runnið í ánna, eftir at stigtakarar í 1995 góvu út ein faldara, um hvussu altjóða leikvøllurin hjá Føroyum kundi síggja út.

Fyrst í 90-unum var kreppa í Føroyum. Altjóða krøvini til ein leikvøll vóru nøkur heilt onnur enn í dag, og størsta orrustan var um nýggi leikvøllurin skuldi hava rennibreyt ella ikki. Síðani tann dagin hevur Tórsvøllur havt fleiri skap, og tað er restar enn tað seinasta í.
Stóra vendin kom í 2010, tá Tórshavnar Býráð, Fótbóltssambandið og UEFA funnu eitt felagsstev. Nú skuldi ein altjóða leikvøllur byggjast í Gundadali. J&K Petersen vann útbjóðingina og hevur eftir góðar 140 túsund arbeiðstímar verið við til at bygt Tórsvøll, sum hann sær út í dag.

Stóra vendin kom í 2010, tá Tórshavnar Býráð, FSF og UEFA funnu eitt felagsstev

Søgan um Tórsvøll, er eisini ein søga um brotasjógvar, ymsikar meiningar og ósemjur, men lykilin hevur verið ein vilji at finna loysnir. At tosa saman og ikki smekka við hurðunum, tá harðast hevur leikað á. Tórsvøllur stendur í dag sum ein altjóða leikvøllur við øllum hentleikum, til at hýsa teimum stóru landsdystunum.
Í hesi greinin verður hugt nærri at ætlanini við faldaranum “Tórsvøllur” frá 1995, og hvør støðan var tá. Síðani hyggja vit nærri at Tórsvølli, sum hann sær út í dag við denti á nýggju vestarusíðuna. Til hetta hevur Ellivu boðið Heðini Mortensen, stigtakara til Tórsvøll og nú borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, Virgari Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandinum, og Stein Olvi Petersen, stjóra í J&P Petersen, til eitt prát á nýggju langsíðuni.
Tórsvøllur stendur í dag sum ein altjóða leikvøllur við øllum hentleikum

Les alla greinina í ELLIVU #3 / august 2021 – Keyp blaðið í handlum kring landið – ella bílegg her, og fá tað borið til dyrnar

GG. Redaktionelt tilfar hjá ELLIVU – tað verið seg myndir, tekstur ella annað – skal IKKI endurnýtast UTTAN avtalu, OG greiða tilvísing!