Ungur spælari at hava eyguni eftir: Malena Olsen
Í hesum táttinum hyggja vit nærri at einum spælara, sum vit halda at tú skal hava eyguni eftir. Hesa ferð er talan um 17 ára gomlu Malenu Olsen úr KÍ
Teknikkurin kann bera hana langt
Rannvá Andreasen, KÍ-veteranur
Malena Olsen fekk sín fyrsta dyst í Betrideildini sum bara 15 ára gomul, og hon er ímillum tekniskt dugnaligastu ungu leikararnar deildini. – Hon er so tekniskt væl fyri, at hon kann koma á A-landsliðið, heldur KÍ-veteranurin Rannvá Andreasen um talentið Malenu Olsen.
Kviki vongleikarin hevur lagt trý mál eftir seg í Betrideildini í ár, og so er hon eisini eyðsýnd á einum góðum U19-árgangi í landsliðshøpi. Malena blandaði seg skjótt uppí hjá teimum vaksnu, og longu sum 15 ára gomul fekk hon sín fyrsta dyst á besta liðnum. Hetta var fyrsti dystur í kappingarárinum í fjør ímóti ÍF/Víkingi/B68. – Eg minnist, at eg var sera nervøs, lítir Malena aftur á.
Les alla greinina í ELLIVU #4 Keyp blaðið her og fá tað beint í postkassan!
