VB 2000: Frískur vindur úr Vági

Í 2000 bleiv VB púra óvæntað føroyameistari. Í hesi útgávuni av Ellivu fara vit aftur í tíðina til minniligasta kappingarárið í søguni hjá vágbingum. Tað var púra óvæntað, men kortini serstakliga frískligt, at VB endaði øldina á ovasta fótbóltstindinum

Í 2000 bleiv VB púra óvæntað føroyameistari. Í hesi útgávuni av Ellivu fara vit aftur í tíðina til minniligasta kappingarárið í søguni hjá vágbingum.

Tað var púra óvæntað, men kortini serstakliga frískligt, at VB endaði øldina á ovasta fótbóltstindinum.

Tað var ikki VB, sum fólk tosaðu mest um áðrenn kappingarbyrjan í 2000

Mál í Gundadali, og FM 2000 er ávegis til Vágs ©MYND: ELLIVU.fo / Dimmalætting, savnsmynd

Lítið tos um VB

Fótbóltsvónirnar vóru góðar, tá nýggjárið varð skotið inn í Vági, og 1999 bleiv til 2000. Krzysztof Popczynski skuldi nú byrja sítt triðja ár í felagnum, og tað var nú, at úrslit skuldu síggjast av arbeiðnum. Vónirnar blivu ikki minni av, at landsliðsspælarin Pól Thorsteinsson eftir tvey ár í B36 nú skuldi koma aftur til VB. Tað bleiv tó av ongum, tí Pól Thorsteinsson fór í staðin til Íslands at royna seg í eitt ár, og tað kendist sum ein smeitur.

Tilgongdin bleiv tí bara Robert Cieslewicz og so serbiski bakkurin Predrag Zivkovic. VB hevði nú fýra útlendskar spælarar, men restin var alt lokalar kreftir. Tórður Holm var TB-ari av uppruna, men var komin til Vágs í 1999, har hann styrkti væl um miðvøllin. Annars mannaðu vágbingar bulin á liðnum. Bjarni Johansen í málinum og Eyðun og Magni Jacobsen í verjuni høvdu spælt saman í nógv ár, og Jón Pauli Olsen var eisini byrjaður um sama mundið fyri meir enn tíggju árum síðani. 

Blaðlýsing. Vágs kommuna

Aðrir vágbingar, sum spældu nógv hetta árið, vóru Mikael í Lágabø, Jón Gærdbo, Janus Kjærbo, Eyðun Kjærbo, Petur Óli Samuelsen og so 19 ára gamli Palli Augustinussen, sum fyrstu ferð var at síggja á besta VB-liðnum í 1997, og sum nú skuldi fáa sítt veruliga gjøgnumbrot.

Men tað var ikki VB, sum fólk tosaðu mest um áðrenn kappingarbyrjan í 2000.

Tað vóru teir vanligu FM-biðlarnir: Verandi føroyameistararnir KÍ, sum nú høvdu fyrrverandi VB-venjaran Tomislav Sivic sum spælandi venjara. HB, sum hevði vunnið FM í 1998 og framvegis hevði rumenska Ion Geolgau í venjarasessinum. GÍ, har Johan Nielsen enn var venjari, og sum endaði næstfremst í 1999. B36, sum hevði vunnið bronsu undir Tomislav Sivic árið fyri, men sum nú hevði fingið Pelle Andersson úr Svøríki sum venjara. Og so B68, sum hevði góða manning og Jóannes Jakobsen sum venjara hetta árið.

Krzysztof Popczynski hevði broytt felagið, so ymiskt, sum ikki hevði havt so nógv upp á seg fyrr, nú bleiv tikið í størri álvara

Reyð-bláur FM rómur ©MYND: ELLIVU.fo / Sosialurin, savnsmynd

Fjølmiðlarnir og tey flestu, sum annars fylgdu við, vóru á einum máli um, at føroyameistarin 2000 skuldi finnast millum hesi fimm liðini. VB roknaði eingin við. Krzysztof Popczynski hevði broytt felagið, so ymiskt, sum ikki hevði havt so nógv upp á seg fyrr, nú bleiv tikið í størri álvara. Til dømis hvørjum klæðum spælarar møttu upp í, hvussu og hvussu nógv teir vandu, og bara andin í felagnum sum heild. Hann legði eisini stóran dent á, at spælararnir orkaðu væl, og tað sást eisini aftur í venjingini.

Hetta við at orka so væl, at tað verður tann avgerandi munurin, tá marginalarnir skulu býtast út, er ikki nakað ókent fyribrigdi hjá føroyskum meistaraliðum. Bæði í frásøgnini um ÍF í 1979 og um B71 í 1989, sum hava verið í Ellivu fyrr í ár, varð dentur lagdur á stóru broytingina, tá ein nýggjur útlendskur venjari kom inn við nýggjum hugburði til venjing, og at tað eydnaðist honum at fáa spælararnar at taka hendan hugburðin til sín. Tað sama hendi í VB í 2000.

Les alla greinina í ELLIVU 3 / august 2021 – Keyp blaðið her, og fá tað beint í postkassan!
ELLIVU #3 / 2021

GG. Redaktionelt tilfar hjá ELLIVU – tað verið seg myndir, tekstur ella annað – skal IKKI endurnýtast UTTAN avtalu, OG greiða tilvísing!

Um høvundin /

Skriva tað tú vilt leita eftir og trýst á Enter